Lýsing
Kafein á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum barnsburðaravloysara, fyri eitt av starvsfólkum okkara. Starvið er í tíðarskeiðnum 1. februar 2024 til 31. januar 2025, og arbeiðstíðin er 0,6, har tú arbeiðir 3 til 4 dagar um vikuna.
Arbeiðstíðirnar eru gerandisdagar kl 8.00 til kl 14.00, kvøld- og vikuskiftisvaktir kunna koma fyri.
Um starvið:
Kafein er partur av køkinum á Landssjúkrahúsinum, og tú fert at gerast partur av einum fjølbroyttum og virknum arbeiðsplássi, saman við góðum og dugnaligum starvsfeløgum.
Umframt vanliga kundatænastu, skal tann setti standa fyri klárgerð og handfaring av mati, seta vørur á hillarnar, halda kafeina reina og ruddiliga.
Dagligt samskifti er við sjúklingar og onnur viðskiftafólk, tí er umráðandi at tit skilja hvønn annan væl.
Um teg:
- tú gongur høgt upp í kundatænastu
- tú ert fyrikomandi og røkin
- tú hevur teldukunnleika
- tú tolir broytingar í starvi og starvsinnihaldi
Vit bjóða:
- felags innleiðsla fyri starvsfólkum
- upplæring á staðnum
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Gudnu á Rógvi Joensen leiðara, telefon 234520 ella gudna@ls.fo
Setanartreytir:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Havnar arbeiðskvinnufelag.
Umsóknarfreistin er 28. januar 2024
Vinaliga søk starvið her.
Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.