Lýsing
Almannaverkið søkir eftir einum fólki til stuðulsvirksemi í Vestmanna og einum til stuðulsvirksemi í Haldórsvík.
Um størvini
- Talan er um eitt starv í Vestmanna 5 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt.
- Talan er um eitt starv í Haldórsvík 3 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt.
Arbeiðstíðirnar eru í dagtímunum allar gerandisdagar.
Arbeiðsuppgávur
Vit leita eftir starvsfólkum, sum hava áhuga og hegni til at at geva borgara, sum hevur likamlig brek, ein góðan og innihaldsríkan gerandisdag.
Arbeiðsuppgávan verður skipað saman við borgaranum og skipast skal fyri, at dagarnir blíva mennandi og gevandi fyri borgaran. Somuleiðis er nakað av praktiskum uppgávum, so sum venjingar og annað.
Førleikar
Umsøkjarar, sum hava áhuga í at arbeiða við menniskjum sum hava likamligar avbjóðingar eru vælkomin at søkja.
Væntanir
Væntað verður, at tú er likamliga og sálarliga væl fyri, og vit leggja dent á eitt virðiligt samskifti í okkara arbeiði . Eisini týdningarmikið, at tú hevur eitt lætt sinni og trívist við at vera einsamøll/mallur á vakt.
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardepilinum – Sosialpsykiatriska eindin. Tann, ið verður settur, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið ella Heilsuhjálparafelag Føroya.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á tann grøna knøttin "Søk starvið".
Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 01.02.2024 kl. 23.00.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Andreu Petursdóttir, eindarleiðara telefon 297449 ella Elsebeth Sanna á Krákusteini, leiðara, telefon 297460.