Strandfaraskip Landsins
Útgivið
20. januar 2024
Útgongur
11. februar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Strandferðslan søkir rakstrarleiðara

Strandferðslan sóknast eftir nýggjum rakstrarleiðara til spennandi og avbjóðandi starv. Rakstrarleiðaran má hava hegni til at arbeiða við skiparakstri og eisini síggja hendan í yvirskipaðum høpi. Arbeiðslagið er gott, og tevið fyri sjóvinnu er hvast.

Rakstrarleiðarin hevur høvuðsábyrgdina av rakstrinum av ferjunum og at leiða og eggja teim fýra starvsfólkunum á deildini. Samstarvið við maskinkunnleikan úti á skipunum má vera tætt. Møguleikin fyri persónligari og fakligari menning er góður, og tú fær ávirkan á menningina av fyritøkuni sum týðandi partur av at tryggja lógarásettu sjóvegis flutningsskylduna. Tú verður partur av leiðsluni og vísir til stjóran.

Strandferðslan hevur verið og er fyri støðugum broytingum. Undirsjóvartunlar avloysa ferjur, og samstundis skulu miðalstóru og minni ferjurnar endurnýggjast. Prosjektering er byrjað, og bygging fer í gongd í 2025. Tú verður sjálvsagdur partur av hesi verkætlan. Ein týðandi uppgáva er eisini at tryggja Suðuroyarleiðina komandi árini.

Fakligir og yrkisligar førleikar

  • Miðallanga hægri viðkomandi útbúgving innan verkfrøði ella aðra viðkomandi útbúgving
  • Royndir innan skiparakstur, tøknilig og sjóvinnu viðurskifti
  • Kunnleika til viðkomandi tøknilig forrit
  • Góðar føroyskar, norðurlendskar og enskar málsligar førleikar í skrift og talu

Tað er fyrimunur, um tú hevur royndir innan almenna fyrisiting og verkætlanarleiðslu.

Persónligir eginleikar

  • Er framsøkin og dugir at taka ábyrgd
  • Megnar at savna leiðslu og starvsfólk og tryggja úrslit
  • Dugir at greina torgreidd viðurskifti
  • Er røkin og hevur gott yvirlit
  • Er tænastusinnað/ur, jalig/ur og opin fyri tillagingum

Lønar- og setanarviðurskifti
Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. Starvið verður sett frá 1. apríl 2024 ella eftir nærri avtalu. Dagligi starvsstaðurin er í útgangsstøðinum høvuðsskrivstovan á Tvøroyri. Roknast má við ávísari innan– og uttanlands ferðing.

Umsóknarfreistin er 11. februar 2024. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðara á jpa@ssl.fo ella 293041 ella Niels Juel Arge, stjóra á nja@ssl.fo ella 343030.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Søk starvið her.

Um Strandfaraskip Landsins:
Strandfaraskip Landsins (Strandferðslan) er landsfyritøka undir Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum. Endamálið við Strandferðsluni, sum er ásett við lóg, er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. SSL virkar við spjøddum virksemi kring landið allar dagar í árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir - 7 oyggjaleiðir og 23 bygdaleiðir. Til at røkja hesar 30 farleiðirnar eru átta ferjur og 48 bussar. Í 2023 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,25 millión. Av hesum ferðaðust umleið 725 túsund við ferjunum og 520 túsund við bussunum. Flutt blivu 188 túsund akfør. Í 2024 verða tølini ávikavist 230 túsund og 62 túsund lægri, tí sjóvegis Sandoyarleiðin fellir út. Nýggj landvegis farleið er sett á stovn í samband við undirsjóvartunnilin. Starvsfólkahópurin hjá Strandferðlsuni er umleið 180 fólk. Fyrisitingin er skipað í fíggjar-, samferðslu-, rakstrar-, kt- og starvsfólkadeild umframt stjórnarskrivstovu. Høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið