Lýsing
Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingum til fulltíðar og parttíðar frítíðaravloysarastørv í skiftandi vaktum á Landssjúkrahúsinum í tíðarskeiðinum 01.06.2024 til og við 31.08.2024.
Økini, ið tørva summarfrítíðaravloysarar í ár, eru:
- Skurðseingjadeildin G4/A3
- Psykiatrisku innleggingardeildirnar
- Medisinsku seingjadeildirnar/B8 - B7- B6
- Hæmodialyse ambulatiorum
- Børn og Ung Somatikk/Neonatal
- Barnakonueindin
- Intensiv/G1
Førleikar
- Tú hevur prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur ella tú ert lesandi
- Dirvi, góð samstarvsevni og fleksibilitet
- Fakligan áhuga innan økini
- Eitt opið og jaligt sinni
- Góðan telduførleika
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at ringja 304500:
- Elin Vitalis, depilsleiðari á Skurðdeplinum, lokal 5102, elivi@ls.fo
- Birna Mohr Joensen, depilsleiðari á Medisinska deplinum, lokal 6102, birjo@ls.fo
- Eydna Iversen Lindenskov, depilsleiðari á Psykiatriska deplinum, lokal 4102, eydli@ls.fo
- Gunnvá Guttesen, varastjóri og virk. depilsleiðari á Bráðdeplinum, lokal 1003, gungu@ls.fo
- Elin Helena Ásudóttir, depilsleiðari á Familjudeplinum, lokal 5302, elias@ls.fo
Umsóknarfreistin er tann 11.02.2024.
Vinarliga viðmerk í umsóknini, um hon kann verða send víðari til aðrar deildir, sum hava tørv á summarfrítíðaravloysarum.
Sjúkrarøktarfrøðingar til Skurðseingjadeildina, vinaliga søk starvið her.
Sjúkrarøktarfrøðingar til Psykiatrisku innleggingardeildirnar, vinarliga søk starvið her.
Sjúkrarøktarfrøðingar til B6, vinarliga søk starvið her.
Sjúkrarøktarfrøðingar til B7, vinarliga søk starvið her.
Sjúkrarøktarfrøðingar til B8, vinarliga søk starvið her.
Sjúkrarøktarfrøðingar til Hæmodialyse ambulatorium, vinarliga søk starvið her.
Sjúkrarøktarfrøðingar til Børn og Ung Somatikk/neonatal, vinarliga søk starvið her.
Sjúkrarøktarfrøðingar til Barnakonueindina, vinarliga søk starvið her.
Sjúkrarøktarfrøðingar til Intensiv, vinarliga søk starvið her.
Á heimasíðu okkara www.ls.fo kann ein lesa um okkara visjón, missjón og strategimál, undir leinkjuni "Um okkum".
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.