Lýsing
Nýtt tilboð!
Vit sóknast eftir tveimum námsfrøðingum:
Størvini, talan er um, eru í vøggustovu og í nýggjum tilboði, har átta børn gerast tilreiðar at fara í barnagarð. Tímatal 30 til 35 tímar um vikuna.
Ein námsfrøðingur til nýtt tilboð, sum húsast í egnum hølum á niðaru hæddini. Talan er um barnabólk, har átta børn ganga. hesi børn eru flest øll trý ár, ella gerast trý ár í vár. Á stovuni er stovuleiðari við hollum royndum í at arbeiða við júst hesum aldurbólki, samstarv er bæði við vøggustovu og barnagarð.
Ein námsfrøðingur til vøggustovu. Talan er um stovu har 10 børn ganga. Stovan hevur tvey hjálparfólk, onnur lesur meritútbúgving og hin arbeiðir 40 tímar um vikuna. Á hæddini eru tvær vøggustovur og ein trýára stova, sum fyrireikar børn til barnagarð. Serliga millum vøggustovurnar er samstarv um upp og afturlating og dagliga námsfrøðiliga innihaldi. Brúgvin, 3 ára stovan er eisini lutvist við í hesum samstarvið.
Arbeiðslagi á stovunum er gott og børn, foreldur og starvsfólk trívast væl. hetta tryggja vit við at vit eru tilvitað um at vit eru faklig, professionell og jalig við øll vit møta.
Hugsar tú sum vit, at børnini eru tað dýrabarasta vit eiga, og at tað er her vit mugu gera mun og ganga undan. Ja er hetta møguliga rætta starvspláss til tín.
Møguleiki er fyri sparring, tí í húsinum eru sjey aðrir námsfrøðingar, tveir námsfrøðiligir atstøðingar, við hollum royndum, ein motorikkvegleiðari og tvey námsfrøði lesandi. Eisini arbeiðia her 10 fantastisk ung hjálparfólk, sum hava árræði og dirvið til at átaka sær stóra ábyrgd og hava hug til at læra um okkara fakøkið, børnunum at gagnið.
Stovnurin arbeiðir við Karlstad modellinum og hava flest øll starvsfólk fingið skeið í tekn til talu, hetta verður áhaldandi ment. Motorikkvegleiðari er knýttur at stovninum dagliga.
Námsfrøðiligur ráðgevi er á stovninum og vegleiðir okkum javnan.