Landssjúkrahúsið
Útgivið
23. januar 2024
Útgongur
11. februar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til Eygadeildina. Talan er um eitt farloyvisstarv á brøki 0,7125 at byrja 01.04.2024 og eitt ár fram.

Arbeiðið á deildini snýr seg í høvuðsheitum um kanningar og skurðviðgerðir, sjálvstøðugt ambulatorium við m.a. diabetes, glaucom og børnum. Allar kanningar verða framdar við ymiskum tólum.

Vit eru ein lítil tøtt deild við 12 starvsfólkum – fýra læknar, fimm sjúkrarøktarfrøðingar og tríggir skrivarar. Vit leggja dent á gott samstarv og hugna í tí dagliga.

Dentur verður lagdur á:

  • góð tvørfaklig samstarvsevni
  • sjúkrarøktarfakliga vitan og royndir innan skurðviðgerðir
  • kreativitet og fleksibilitet
  • ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivnað á deildini
  • miðlan av vitan bæði á deildini og til aðrar samstarvsfelagar
  • telduførleika á brúkarastøði.

Vit bjóða:

  • innleiðslu á deildini
  • spennandi og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
  • fakliga skikkaðar og virknar starvsfelagar
  • ávirkan á fakliga menning og dygdarmenning á deildini.

sí lýsing her

Líknandi størv

10. november 2025
10. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið