Lýsing
Í siglandi toyminum umborð á Norrönu leggja vit stóran dent á hugna, samanhald og at geva gestunum upplivingar.
Sum tænari og barrtænari hjá okkum er góður møguleiki fyri at læra og mennast, og vit bjóða vitan innan matar-og drekki skráirnar, sum vit selja. Starvið fevnir um at tæna og ráðgeva gestunum í úrvalinum innan matstovu- og barrøkið umborð við einum smíli. Eisini áliggur tænarum og barrtænarum at halda hesi øki rein og ruddilig.
Tú
Vit virðismeta, at tú hevur lætt at fella í prát við fólk, og at tú heldur, at góð tænasta ger allan munin. Av tí tú kemur at skeinkja, skalt tú vera 18 ár ella eldri. Trygdin hevur stóran týdning umborð, og tí er týdningarmikið, at tú dugir at orða teg á enskum.
Hevur tú starvsroyndir sum tænari ella barrtænari, er tað ein fyrimunir, men hetta er tó ikki ein treyt.
Starvssetan- og treytir
Størvini eru fyribils tíðaravmarkað frá mars 2024 til seinast í oktober 2024, men við møguleika fyri at leingja setaninar.
Tú kemur at arbeiða skiftandi túrar tvs. bæði longri túrar á 4 vikur umborð, styttri túrar og vikuskiftistúrar. Tú siglur 1:1, sum merkir, at hevur tú verið 4 vikur umborð, so fært tú eisini løn tær 4 komandi vikurnar heima.
Trygdin er grundarsteinurin í øllum, sum vit gera, og tí bjóða vit eisini trygdarskeið umborð.
Setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag & Reiðarafelagið fyri Handilsskip.
Freist at søkja
Umsóknarfreistin er 10. mars 2024. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.
Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis teldupost á hr@smyrilline.fo.
Dugnaligu sølu- og tænastuleiðararnir, Vincent Jensen og Lasse Nielsen, vita meira um størvini. Tú ert vælkomin at seta teg í samband við teir umvegis ssm@norrona.fo.
Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines, Akranes og Glyvursnes. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.