Lýsing
Søkt verður eftir umsjónarfólki til Vága kommunu. Talan er um eitt fulltíðarstarv at byrja skjótast til ber. Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna m.a. um at røkja og viðlíkahalda bygningar og øki rundanum.
Arbeiðsuppgávur:
Umsjónarfólkið kemur at hava umsjón og rakstur av/við ognum hjá Vága kommunu og eru uppgávurnar sera fjøltáttaðar. Umsjónarfólki kemur eisini at røkja bygningarnar og økini kring bygningarnar. Til tíðir kann væntast, at umsjónarfólki kemur at hjálpa til á øðrum deildum á tekniska økinum hjá kommununi. Sum umsjónarfólk, skal tú kunna átaka tær aðrar uppgávur hjá kommununi, tá tørvur er á tí.
Krøv til útbúgving og førleikar
- at tú ert handverkari ella hevur praktiskar royndir innan handaligt arbeiði, sum gera teg føran fyri at fremja umsjónaruppgávur
- at tú ert røkin og vælskipað/ur í tínum arbeiði
- at tú sjálv/ur dugir at síggja, hvat krevur ábøtur, og fært arbeiðið avgreitt
- at arbeiða sjálvstøðugt, verða fyrikomandi og duga væl at samstarva við bæði starvsfólk og borgarar
- at tú dugir at loysa trupulleikar, arbeiða sjálvstøðugt og hevur gott handalag
Setanarviðurskifti:
Starvið er fulltíðarstarv, við starvsbyrjan skjótast gjørligt. Umsjónarfólki verður partur av umsjónartoyminum, ið vísir til teknisku deild. Umsøkjarin má tola ávísar broytingar í starvinum og í starvssetanini.
Lønar- og setanarviðurskifti verða sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Føroya Handverkarafelag /Landsfelag Handverkaranna ella Kommunala arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Starvsfelagið.
Søk her á vanganum við at senda umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) ella sum sum teldupostur til vaga@vaga.fo ella til Vága kommuna, Hammershaimbsvegur 1, 360 Sandavágur. Viðmerkt: Umsjónarfólk
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 19. februar 2024.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til: Rógva Jacobsen, tekniskan leiðara á tlf. 794405 ella við telduposti rogvi@vaga.fo.