Lýsing
Ynskir tú at arbeiða við leiðslutænastu, starvsfólka- og skrivstovuumsiting? Ert tú skipað/ur, sjálvkoyrandi og tænastusinnað/ur? Trívist tú í einum arbeiðslívi, har tú dagliga samskiftir við nógv ymisk fólk? So ert tú kanska okkara nýggi starvsfelagi.
Vi søkja skrivstovufólk at røkja uppgávuna sum stjóraskrivari, umframt at taka sær av ymiskum uppgávum innan HR-økið. Tað kann vera eitt sindur ymiskt, hvussu nógv tey ymisku arbeiðsøkini fylla frá tíð til aðra. Mest týðandi er, at tú ert til reiðar at taka hond í, har tørvur er á tær.
Stjóraskrivari
Tú verður skrivari hjá stjóranum á Landsverki. Hetta fevnir millum annað um, at stýra kalendaranum, samskipa og fyrireika fundir, útvega fundartilfar, skriva fundarfrásagnir, avgreiða rokningar, fyrireika ferðir, rættlesa skjøl og samskifta vegna stjóran. Uppgávurnar sum stjóraskrivari eru fjølbroyttar og kunnu eisini vera fevndar av trúnaði, tí er týðandi at tú dugir at sýna fyrilit og umhugsni. Tað er avgerandi, at tú tekur ognarskap av starvinum og leggur teg eftir at veita bestu tænastu.
Starvsfólkaumsiting og samskiftisuppgávur
Tú fert at taka tær av vanligari starvsfólkaumsiting. Hetta fevnir ml.a. um, at skriva starvslýsingar, hava setanarsamrøður, skráseta lønir, umsita sjúkradagpening og vera toghaldari í sambandi við setanir og fráferðir.
Harumframt fert tú at taka tær av ymiskum smærri samskiftisuppgávum, sum t.d. at leggja tilfar út á heimasíðuna og sosialar miðlar, skriva innbjóðingar og skráir til tiltøk.
Skrivstovuumsiting og samskipan av tiltøkum
Starvið fevnir um ymiskar praktiskar uppgávur, sum eru við til at gera skrivstovuna til eitt innbjóðandi og effektivt arbeiðspláss fyri øll starvsfólkini. Hetta kann t.d. vera at rudda í goymsluni ella samskipa avtalur við uttanhýsis veitarar.
Tú fert eisini at taka tær av bæði innanhýsis og uttanhýsis hátíðarhaldum og tiltøkum. Tú skalt t.d. skipa fyri starvsfólkadøgum, vitjanum og móttøkum í sambandi við avhandanir av byggiverkætlanum. Hetta setir krøv til tíni evni sum samskipari og tína fatan av vertsleiklutinum.
Tínir førleikar og royndir
- Tú ert sjálvstøðug/ur og framfýsin, men hevur eisini góða føling við, nær tú skalt steðga á og kunna teg nærri
- Tær dámar væl at hava samband við nógv ymisk fólk, og tú ert opin og tænastusinnað/ur
- Tú megnar at hava tamarhald á støðuni, tá uppgávurnar eru nógvar og freistirnar stuttar, og tú ert altíð eitt stig frammanfyri í sambandi við planlegging
- Tú tryggjar, at uppgávurnar náa á mál, og eingin bóltur endar á gólvinum
- Tú dugir væl at samstarva við ymiskar fakbólkar
- Tað fellir tær lætt at seta teg inn í nýggjar mannagongdir og arbeiðsøki
- Tú hevur eyga fyri smálutum og fyri góðsku
- Tú hevur góðar samskiftisførleikar, skrivar lýtaleyst føroyskt og dugir at tillaga boðskapin til einstaka málbólkin
- Tú ert von/vanur at arbeiða í Office-pakkanum og dugir væl við sosialum miðlum
- Tær dámar væl at skifta millum rutinuuppgávur og meir fjøltáttaðar uppgávur - millum tað umsitingarliga og tað praktiska
Tú mást trívast í einum gerandisdegi, har tingini onkuntíð skulu ganga skjótt. Hetta merkir, at tú skalt kunna leggja eina uppgávu frá tær, fyri at fara í holt við eina aðra, um tørvur er á tí. Vit bjóða eitt smidligt starv, og vænta eisini, at tú sýnir smidleika móti arbeiðsplássinum. Roknast kann við, at tú árliga skal vera við til 5-6 tiltøk uttanfyri vanliga arbeiðstíð.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir sum leiðsluskrivari og/ella innan starvsfólkaumsiting. Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur skrivstovuútbúgving, men royndirnar og persónligu kompetansurnar hava størri týdning enn útbúgvingin. Arbeiðið viðførir nakað av koyring, tí er tað eitt krav, at tú hevur koyrikort.
Vit bjóða
Vit bjóða eitt starv, har tú hevur ávirkan á títt ábyrgdarøki og møguleika at menna tínar førleikar. Vit veita tær góða upplæring í tínum uppgávum, og tú hevur altíð møguleika at sparra við starvsfelagar.
Tín arbeiðsstaður verður á skrivstovuni í Havn, har tú verður ein partur av deildini Skipan og Menning, sum arbeiðir við fjølbroyttum uppgávum innan HR, journal, løgfrøði, KT, HTU, samskifti og reingerð. Vit hava ein óhátíðarligan og skemtiligan tóna, arbeiða tvørfakligt og hava álit á hvør øðrum.
Tú fert at røkja eina týðandi uppgávu á einum stovni, sum spælir ein lyklaleiklut í menningini av føroyska vælferðarsamfelagnum. Vit hava um hendi vega-, havna- og byggiharrauppgávur, og skulu heilt yvirskipað tryggja, at karmarnir fyri ferðslu og virksemi eru nøktandi, tryggir og samanhangandi.
Løn og setan
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv, við møguleika fyri nakað niðursettari tíð, um tað ynskist. Tænastustaðurin er í løtuni á skrivstovuni í Havn. Tann, ið settur verður, skal tola broytingar í starvinum, og at starvið t.d. kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Umsóknir
Prógv og lívrensl (CV) skulu saman við umsókn sendast okkum umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo, og skal umsóknin vera okkum í hendi í seinasta lagi 25. februar 2024.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Ásu Ósá, HR-ráðgeva á tlf. 290 816 ella ao@lv.fo.