Landssjúkrahúsið
Útgivið
12. februar 2024
Útgongur
26. februar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit hava tørv á einum musikterapeuti til Psykiatriska depilin.

Vit leita eftir einum ágrýtnum og kvalifiseraðum musikterapeuti, sum leitar eftir einum spennandi og avbjóðandi starvi í psykiatriini og sum ynskir sær ein áhugaverdan og fjølbroyttan gerandisdag.

Sum musikterapeutur á Psykiatriska deplinum hevur tú serligan møguleika at menna viðgerðartilboðið fyri psykiatriskar sjúklingar og verður partur av einum depli í menning. Tú hevur tú stóran møguleika at ávirka og skapa tilboðið til okkara sjúklingar.

Psykiatriski depilin stendur fyri allari psykiatriskari viðgerð í føroyska sjúkrahúsverkinum, tá tað snýr seg um vaksin fólk. Vit fevna um bæði ambulantar eindar og innleggingareind. Okkara visjón er ein Psykiatri á altjóða støði, eyðkend fyri nýhugsan og vilja vit hjálpa sjúklinginum til ein betri gerandisdag.

Tú verður partur av einum depli, hvørs siðvenja er høg faklig dygd og stórt engagement í arbeiðsuppgávunum. Arbeitt verður við eini samskapandi psykiatri, har hugtøkini “rehabilitering og recovery” eru týdningarmikil í tilgongdini. Til at menna okkara viðgerð arbeiða vit miðvíst við betranarháttinum Quality Improvement (QI).

Vit standa fyri eini spennandi broyting. Í ár flyta vit í nýggja H-bygningin og har hava vit eitt nýtt musikterapirúm, sum gevur møguleika til at menna musikterapeutiska tilboðið. Á innleggingardeildini eru ljóðbrúsarar á øllum sjúklingastovum og skipanin “musikkstjørnan” skal verða viðgerðatilboð til øll innløgd.

Sum musikterapeutur fevnir arbeiði bæði um innlagdar og ambulantar sjúklingar og umfatar einstaklinga- og bólkaviðgerðir innan psykiatriska økið.

Arbeiðsuppgávurnar fevna um:

  • Tú kemur at standa á odda fyri tí musikterapeutiska viðgerðartilboðnum fyri innlagdar og ambulantar sjúklingar.
  • Tú kemur at hava kliniskt arbeiði so sum einstaklinga, og bólkaviðgerð.
  • Tú kemur at menna og íverkseta musikterapeutiskar viðgerðarmøguleikar, ið hóska til tørvin hjá ymisku sjúklingabólkunum.
  • At tryggja fakliga støði í musikterapeutisku viðgerðini.
  • Tú kemur at samstarva tætt við aðarar fakbólkar hjá okkum økið og veita fakligan stuðul og ráðgeving innan musikterapeutisku amboðini vit brúka.
  • Tú kemur at standa fyri verksetingini av “ljóðbrúsarunum” og musikstjørnuni í nýggja H-bygninginum.

Vit vænta at tú:

  • Ert cand. Mag í musikterapi
  • Hevur royndir og kunnleika til psykiatriska musikterapi.
  • Evnir at menna og fremja musikterapeutiskar interventiónir
  • Hevur góð samstarvsevnir og megnar at arbeiða tvørfakligt.
  • Hevur jaligt lyndi og vilt gera mun.
  • Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og trívist við at samskipa títt arbeiði í mum til annað virksemið á deplinum.

Starvið er leyst at søkja til setan 1. mars 2024 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt starv á starvsbrøki 0,6.

Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar fáast við at seta seg í samband við depilsleiðsluna - leiðandi yvirlækna, Tormóður Stórá, lstost@ls.fo ella leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, Eydnu Iversen Lindenskov, eydna.lindenskov@ls.fo

Umsóknarfreistin er 26. februar 2024.

Vinarliga søk starvið her.

Á okkara heimasíðu, www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visión, missión og strategimál, undir leinkinum "Um okkum."

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Lærarastarv í Stranda skúla   Faroe Islands nýtt
2. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið