Landssjúkrahúsið
Útgivið
13. februar 2024
Útgongur
27. februar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Psykiatriski Depilin á Landsjúkrahúsinum søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingum við psykiatriskum førleikum til Læknavaktina at byrja 1. apríl 2024 ella eftir nærri avtalu. Talan er um fast starv og arbeitt verður eitt ávíst tal av vaktum hvønn mánaða, svarandi til ein brøk á 0,1 til 0,5 (2 til 10 vaktir).

Um starvið

Læknavaktin ella 1870 er bráðtelefonin til borgaran, sum hevur tørv á læknahjálp uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Læknavaktin, ið er staðsett á Landssjúkrahúsinum, virkar í tíðarskeiðnum frá kl. 16.00 – 08.00 allar dagar, umframt dagtímarnar í vikuskiftum og á halgidøgum. Læknavaktin umfatar allar Føroyar.

Tú kemur at arbeiða í kvøldvaktum allar dagar. Tú heldur til á innleggingardeildini P40 á Psykiatriska deplinum, og hevur telefonviðtalu ella persónliga viðtalu eftir áheitan frá lækna í læknavaktini. Eisini hevur tú ávísar uppgávur á P40, um ongar uppgávur eru í læknavaktini.

Arbeiðsuppgávurnar eru at veita stuðul og ráðgeving til borgaran, ið hevur tørv á hjálp innan psykiatriska økið og tú arbeiður í tøttum samstarvi við læknan á Læknavaktini.

Psykiatriski depilin stendur fyri at skula flyta í nýggja H-bygningin í ár og hetta kann hava við sær ymiskar broytingar í staðseting og skipan av arbeiðsuppgávum.

Førleikar:

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Royndir innan psykiatriska økið
  • Eginleikar at lurta aktivt
  • Ert fyrikomandi í samskiftinum
  • Dirvi, góð samstarvsevni og fleksibilitet
  • Eitt opið og jaligt sinni
  • Megnar at arbeiða sjálvstøðugt

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi starv við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum
  • Innleiðslu og upplæring

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Lailu Olgarsdóttir á t-post laila.olgarsdottir@ls.fo ella til depilsleiðara  Eydnu Iversen Lindenskov á t-post eydna.lindenskov@ls.fo.

Umsóknarfreistin er 27.02.2024

Vinarliga søk starvið her.

Á heimasíðu okkara www.ls.fo kann ein lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leikjuni “Um okkum”.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

10. november 2025
10. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið