Landssjúkrahúsið
Útgivið
13. februar 2024
Útgongur
27. februar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Diagnostiski Depilin á Landssjúkrahúsinum søkir læknaskrivarar til læknaskrivaratoymið, at byrja tann 1. mars 2024, ella eftir nærri avtalu.

Talan er um tvey føst størv.

Um okkum
Á Landssjúkrahúsinum starvast 1100 starvsfólk, harav umleið 50 eru staðsett á Diagnostiska deplinum, sum umfatar Røntgen og Rannsóknarstovu.

Depilin ger kanningar av ymiskum slagi, sum verða ávístar av sjúkrahús- og kommunulæknum, og samstarvar við onnur sjúkrahús bæði innan- og uttanlands. Eisini verða ávísar kanningar sendar uttanlands at verða kannaðar og ella beskrivaðar.

Á Røntgendeildini starvast 1 deildarleiðari, 4 røntgenlæknar, 14 radiografar, 4 læknaskrivarar og hjálparfólk.

Deildin ger MR-skanningar, CT-skanningar, Ultraljóðkanningar, mammografi/screening og konventionellar kanningar.

Á Rannsóknarstovuni starvast 1 leiðandi boanalytikari, 1 patologur, umleið 30 bioanalytikarar og hjálparfólk.

Deildin umfatar fleiri rannsóknarstovuøki, tó primæra læknaskrivararauppgávan er í løtuni innan patologiøkið, sum umsitir alt kanningartilfar til patologiskar kanningar, og tryggjar innbjóðing til screening fyri lívmóðurhálskrabba.

Um teg
Tú hevur áhuga í at arbeiða í einum læknaskrivaratoymi á deplinum, sum hevur hevur til uppgávu at tryggja fleiri ymisk fakøki á báðum deildunum, og ynskir at geva títt íkast, bæði fakliga og socialt, fyri einum góðum trivnaði á deplinum.

Arbeiðsuppgávur:

  • At bóka tíðir og innkalla sjúklingar til ymiskar kanningar/screening innanfyri røntgen og rannsóknarstovu
  • Móttøka og skrásetan av sjúklingum
  • Telefonavgreiðsla og teldupostsamskifti við kommunulæknar/sjúkrahús – innan- og uttanlands – um kanningar og prøvatilfar
  • Umsita innkalliskipan viðv. screening fyri lívmóðurhálskrabba
  • Skriva røntgenfrágreiðingar og avgreiða patologisvar
  • Aðrar skrivarauppgávur eftir tørvi

Førleikakrøv:

  • Tú ert útbúgvin læknaskrivari
  • Tú ert fyrikomandi, erlig/ur og positiv/ur
  • Tú hevur góðar KT- og málførleikar
  • Tú evnar at vera róligur, og hava yvirblikk tá nógv er at gera
  • Tú ert fakliga dugnaligur, støðugur, ágrýtin og dámar nýggjar avbjóðingar
  • Tú gevur títt íkast til góða sjúklingagongd við serligum atliti til høga tænastu, góðsku og sjúklingatrygd
  • Tú hevur hug at arbeiða fyri góðum samstarvi, bæði mono- og tvørfakligt, við positivari tilgongd til broyting av mannagongdum
  • Tú hevur vilja og áhuga í at miðla vitan á deildini og til aðrar sarvsfelagar

Vit bjóða

  • Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi, við fakliga kompetentum og virknum starvsfeløgum
  • Eitt gott tvørfakligt samstarv millum læknaskrivarar, røntgenlæknar, patolog, radiografar, bioanalytikarar og aðrar fakbólkar, umframt eksternar samstarvspartnarar og kontakt við sjúklingar
  • Spennandi uppgávur í góðum tvørfakligum umhvørvi, har arbeitt verður við SECTRA RIS/PACS, Cosmic og Patologiskipanini, sum eru karmar um allar kanningar, bókingar og svar.
  • Felagsinnleiðsla á sjúkrahúsinum og upplæring á deplinum.

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknarfreistin er 27. februar 2024

Vinarliga søk starvið her.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta seg í samband við Lisu Frederiksberg, deildarleiðara, Lisa.Frederiksberg@ls.fo , tel +298 304500, lokal 5507, ella Biritu K. Samuelsen, leiðandi bioanalytikara, tlf. 304500, lokal 5601, teldupost birje@ls.fo

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”um stovnin”.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

10. november 2025
10. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið