Landssjúkrahúsið
Útgivið
13. februar 2024
Útgongur
14. marts 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast eftir einum virkisfýsnum leiðara, sum áhaldandi skal menna førleikar okkara á demensøkinum og tryggja at fólk við demensi og teirra avvarðandi kring alt landi fáa gagn av hesum førleikum og tí vitan vit hava um demens.

Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum er staðsett á Demensklinikkini á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum.

Starvsbyrjan er 1. apríl 2024 ella eftir nærri avtalu

Starvskarmar- og innihald

Demensklinikkin hevur uppgávuøkini Demensútgreinan, Landsdemenssamskipan og Vitanardepil. Hetta starvið er til at halda áfram við uppbyggjanini av Vitanardeplinum í tráð við Demensætlanina.

Málið er at tryggja samanhangandi átøk til fólk við demens, har Landsdemenssamskipanin og Vitanardepilin eru millumlið og skapar heildartænastur millum sektorar, veita stuðul og ráðgeving, skipa fyri demensvinarligum átøkum, verða íverkseti, ganga fremst og verða tann reflekterandi parturin saman við demensklinikkini, kommununum, almannverkinum og øðrum.

Verkætlanarleiðari hevur til uppgávu:

  • Saman við deildarleiðslu og depilsleiðslu at stinga út í kortið menningina av Vitanardeplinum
  • At menna samstarvið millum Demensklinikkina, Landsdemenssamskipanina, Vitanardepilin fyri demens og ta kommunalu demenssamskipanina
  • At arbeiða tvørfakligt, har málið er at gera heildarætlanir, har “persónurin og familjan” eru í miðdeplinum
  • At vegleiða og arbeiða fram ímóti “Demenspakkum”, har allar tænastur til demens eru samlaðar
  • At arbeiða við heilsufremjan, rehabilitering og fyribyrgjan hjá teimum við demensi
  • At menna samstarv við demensrakt og avvarðandi, so at tey við demensi og familjan verða í miðdepilin
  • At skapa góðar karmar fyri menning av servitan

Okkum tørva ein leiðara, sum:

  • Hevur drúgvar royndir innan demensøkið
  • Hevur leiðsluroyndir innan demensøkið
  • Hevur heilsufakliga útbúgving
  • Hevur víðariútbúgving á masterstigi
  • Er útbúgvin demenssamskipari
  • Kann arbeiða við verkætlanum, gransking og kanningum innan demens
  • Megnar at hava nógvar bóltar í luftini
  • Hevur góð samstarvsevni og kann arbeiða í toymi við pliktaðum samstarvi

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi starv við stórum avbjóðingum innan demensøkið
  • Stóra ávirkan á strategisku menningina innan demens í Føroyum
  • Dugnaligar og jaligar starvsfelagar á Demensklinikkini
  • Eitt arbeiði á einum depli í støðugari menning

Lønar- og setanarviðurskifti

Eru sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita um størvini við at ringja á tlf. 304500 til Marjun Restorff, deildarleiðara á P60, lokal 4464, lsmaire@ls.fo

Umsóknarfreist: 27.02.2024

Vinarliga søk starvið her.

 

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Lærarastarv í Stranda skúla   Faroe Islands nýtt
2. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið