Landssjúkrahúsið
Útgivið
13. februar 2024
Útgongur
27. februar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum lýsir hervið eftir fýra sjúkrarøktarfrøðingum til G4/H2.

Talan er um:

  • Tvey føst størv til setan 01.03.2024. Eitt á brøki 0,8 og eitt á brøki 0,7 í skiftandi vaktum.
  • Tvey avloysarastørv til setan 01.04.2024 til 30/4-2025 ella skjótast tilber. Bæði á brøki 0,8 í skiftandi vaktum.

Deildin er ein kirurgisk seingjadeild. Vit veita røkt og viðgerð til sjúklingar innan ortopedi, parenkym, urologi, gynekologi, ONH og eygnasjúkum. Deildin hevur samanlagt pláss fyri 33 sjúklingum, við 23 plássum á G4 og 10 plássum á H2. Eisini umfatar virksemið Dagskurð.

Setanarøkið og tænastan er í løtuni á G4/H2 á Skurðdeplinum.

Dentur verður lagdur á

  • Góð samstarvsevni og eitt opið og jaligt sinni
  • Fakligan áhuga og royndir innan kirurgiska sjúkrarøkt
  • Kreativitet og fleksibilitet
  • Ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivnað á deildini
  • At miðla vitan bæði á deplinum og til aðrar samstarvsfelagar
  • Góðan telduførleika

Vit kunnu bjóða

  • Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
  • Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • Upplæring á deildini
  • Felags innleiðslu

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Jenny í Gong, virkandi deildarleiðara, tlf. 304599 - lokal 5064 ella til Elin Vitalis, depilsleiðara, tlf. 304599 - lokal 5102 ella t-post: elivi@ls.fo

Umsóknarfreistin er fríggjadagin t. 27.02.2024.

Vinarliga søk starvið her.

Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar, og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu seks mðr., skal negativ MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.

Á heimasíðu okkara www.ls.fo kanst tú lesa um Landssjúkrahúsið, okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni “Um okkum”.

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

10. november 2025
10. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið