Lýsing
Deildin tekur ímóti elektivum og akuttum sjúklingum og hevur pláss fyri 17 sjúklingum. Virksemið á deildini er við tøttum samstarvi við tey ambulatoriir, ið tilhoyra somu sergreinar. Sjúkrarøkt og viðgerð á deildini eru innan hesar sergreinar:
Onko-, gastroentero-, endokrino-, hemato-, reumato-, dermato-, nephro-, infektiónsmedisin, og palliatión.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum
- Saman við deildarleiðara vera við til at:
- menna deildina
- planleggja og samskipa gerandisdagin
- upplæra nýggj starvsfólk
- ábyrgd av lesandi í klinikkini
- vera við í klinisku røktini
- virkandi leiðari, tá deildarleiðarin er burturstaddur, umframt samstarva um starvsfólkaviðurskiftið, arbeiðslista og fíggjarætlan
Vit leggja dent á
- Prógv og góðkenning sum bachelor í sjúkrarøkt
- Fakligan áhuga og førleika í røkt og viðgerð innan tilhoyrandi sergreinar
- Fakligan førleika í kliniskari vegleiðing
- Áhuga í leiðslu
- Áhuga í fakligari menning av starvsfólkum
- Góð tvørfaklig samstarvsevni
- At umsøkjarin kann arbeiða sjálvstøðugt, er kreativtur og hevur visiónir
Vit bjóða
- Innleiðslu og upplæring
- Eitt spennandi starv við fjølbroyttum uppgávum
- Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
- Positivt tvørfakligt samstarv
- Eitt dynamiskt og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi við nógvum avbjóðingum
Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta seg í samband við Guðni Remberg, deildarleiðara á Medisinsku seingjadeildini B6, tlf. 304500, lokal 6036 ella t-post lsgudre@ls.fo
Umsóknarfreistin er tann 29.02.2024.
Vinarliga søk starvið her.
Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar, og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu seks mðr., skal negativ MRSA skjalavávttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.
Á heimasíðu okkara www.ls.fo kanst tú lesa um Landssjúkrahúsið, okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni “Um okkum”.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar