Almannaverkið
Útgivið
16. februar 2024
Útgongur
28. februar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Kelduskákið er í einari spennandi tíð, har vit eru í ferð við at skipa stovnin av nýggjum. Vit leggja dent á at menna fakliga støðið hjá starvsfólkunum og at skapa góðan trivnað millum bæði starvsfólk og búfólk.

Vit leita eftir starvsfólki, sum eru eldhugað og ynskja at vera við í hesi spennandi tilgongd.

Um størvini
Talan er um tvey 2 størv 40 tímar í miðal um vikuna at byrja skjótast gjørligt. Møguleiki er at fáa færri tímar um vikuna, um ynski er tað.

Arbeiðsstaðurin er í Klaksvík og arbeiðstíðirnar eru í skiftandi vaktum allar dagar í vikuni.

Arbeiðsuppgávur
Í sambýlinum í Kelduskákinum búgva 8 ung fólk sum hava autismu og ella annað menningartarn.

Vit halda til í húsum við tveimum hæddum, har 4 fólk búgva í niðaru hæddini og 4 fólk í ovaru hæddini.

Starvsfólk arbeiða á báðum hæddum, men tó bert á aðrari hæddini, hvørja ferð man er á vakt.

Tann sum fær starv kemur at fáa góða upplæring og dugnalig starvsfólk í Kelduskákinum koma at seta nýggja starvsfólkið neyvt inni í arbeiðið. Arbeitt verður skipað og eftir virksemisætlanum fyri hvønn borgara sær.

Vit leggja ómetaliga stóran dent á at menna góðar relatiónir við tey sum búgva í sambýlinum. Tað er neyðugt at tú tímir bæði at arbeiða við relatiónum og strukturi, samstundis sum heilsufakligar uppgávur og røkt eru týðandi partar av arbeiðinum.

Í arbeiðinum verður dentur lagdur á at skapa eitt gott og trygt heim og at menna virkis- og førleikastøðið hjá tí einstaka út frá egnum fortreytum.

Um dagin mitt í viku eru búfólkini til arbeiðis á vardum verkstaði. Í frítíðini ganga tey í kvøldskúla, ganga túrar og fara til tiltøk í nærumhvørvinum.

Kom inn á gólvið
Vit bjóða øllum áhugaðum at koma inn á gólvið í Kelduskákinum fyri at fáa kunning um hetta frálíka arbeiðsplássið og um arbeiðsuppgávurnar.

Tú kanst ringja til Astu í Toft, leiðara á tlf. 297433 fyri at gera avtalu eina tíð.

Førleikar
Søkt verður eftir fólki við heilsufakligari útbúgving og/ella hjálparfólkið, ið hava royndir við røktararbeiði.

Væntanir
Vit vænta, at tú ert fakliga, sálarliga og likamliga væl fyri. Vit vænta, at tú hevur kt-førleikar á brúkarastøði, tí skjalfesting er ein partur av arbeiðinum. ­

Vit kunnu bjóða
Vit bjóða eitt spennandi starv, har tú saman við einum ágrýtnum og lívligum starvsfólkum hevur ávirkan á, hvussu arbeiðið skal útinnast. Møguleiki er eisini til at lutaka á skeiðum, t.d. KRAP, sum er ein sosialnámsfrøðilig tilgongd, har man tilvitað arbeiðir viðurkennandi við relatiónum og út frá sterku síðum borgarans.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum, Autisma. Tann, ið sett/-ur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Setanar- og lønartreytirnar eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið, Heilsuhjálparafelagið, Ergoterapeutfelagið Fysioterapeutfelag Føroya og Føroya Pedagogfelag.

Umsókn
Tú søkir starv við at trýsta á tann grøna knøttin "Søk starvið".

Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 28.02.2024 kl. 23.00.

Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Astu í Toft, leiðara, tlf. 297433 ella til Elisabeth Christiansen, eindarleiðara tlf. 297416.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið