Tórshavnar kommuna
Útgivið
22. februar 2024
Útgongur
10. marts 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Brennur tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri okkara eldru borgarar, so er tað tær, vit leita eftir til Traðarlon á Boðanesheiminum, ið er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni.

Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í tríggjar eindir – Heilsuhúsið og tvær búeindir. Heilsu- og umsorganartænastan veitir tilboð og tænastur til borgarar í Tórshavnar kommunu eftir lógini um heimatænastu og eldrarøkt.

Boðanesheimið lat upp í 2012 og hevur pláss fyri 64 búfólkum. Traðarlon er ein røktardeild, og her búgva 24 búfólk við ymiskum tørvi á hjálp og førleikum. Vit hava góðar karmar og arbeiðsumstøður, og starvsfólkatrivnaður og felagsskapur hava stóran týdning fyri okkum. Á Traðarlon stremba vit eftir høgari fakligheit, har vit arbeiða viðurkennandi og skapa ein heimligan, tryggan og innihaldsríkan gerandisdag, har búfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

 

Líknandi størv

10. november 2025
10. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið