Hotel Føroyar
Útgivið
23. februar 2024
Útgongur
7. marts 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ert tú útlærdur kokkur, og hevur tú hug at gerast køksleiðari á matstovuni Ruts á Hotel Føroyum?

Ruts er matstovan á Hotel Føroyum við útsýni yvir Havnina og Nólsoyarfjørð.

Vit borðreiða við einari matskrá við grønmetis- og sjógætisrættum umframt rættum við føroyskum neytakjøti.

Sum køksleiðari fevna tínar arbeiðsuppgávur um:
∙ At menna nýggjar matskráir
∙ At hava ábyrgdina av, at góðskustøðið er høgt og støðugt
∙ At virka sum ovasta leiðsla í køkinum
∙ At eggja starvsfólkunum at halda eitt høgt góðskustøði

Vit vænta, at tú:
∙ Ert útlærdur kokkur
∙ Ert arbeiðssom/arbeiðssamur
∙ Hevur ein jaligan hugburð og eitt gott eyga fyri smálutum

Ljóðar hetta starvið sum nakað fyri teg? So send eina umsókn til hr@gistogvist.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið