Klaksvíkar Kommuna
Útgivið
23. februar 2024
Útgongur
6. marts 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Á skúlatrøð er eitt fast starv sum reingerðarfólk leyst frá mars/apríl 2024. Talan er um starv á 6 tímar hvønn skúladag við møguleika fyri tillaging um ynski ella tørvur er á tí. Eisini søkja vit eftir sjúkraavloysara, ið kann trakka til eftir tørvi.

Arbeiðsuppgávur Daglig reingerð í hølum skúlans, har reingerðarætlan verður fylgd, umframt høvuðsreingerð. Ein samskipari er á skúlanum, sum leiðir og deilir arbeiði ímillum starvsfólkini eftir tørvi.

  • Sum persónur ert tú arbeiðsom/samur, røkin og samstarvssinnað/ur.
  • Tú verður partur av størri toymi, har vit hjálpast at, men tú skalt duga at arbeiða sjálvstøðugt og lættliga kunna fara til verka um nýtsla skúlans broytist, hetta krevur fleksibilitet.
  • Vaska verður í dagtímum ímeðan virksemi er høgt og næmingar hava sína dagligu gongd og undirvísing, hetta krevur, at tú dugir væl at leggja arbeiði til rættis.
  • Vasking av moppum, lappum og øðrum er eisini partur av arbeiðnum.

Dentur verður lagdur á gott samstarv ímillum øll starvsfólk á Skúlatrøð

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt fast starv á 30 tímar um vikuna, møguleiki er at tillaga tímarnar til rætta starvsfólki. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya arbeiðsgevarafelag og Klaksvíkar arbeiðskvinnu/mannafelag.
Arbeiðsdagurin er millum klokkan 10.00 og 18.00, har arbeiðsskema verður fylgt.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Ingun G. Sørensen, samskipara, á tlf. 227168

Umsóknir
Umsókn við viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi seinast 6. mars 2024. Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her : Reingerðarfólk til Skúlatrøð

Gev gætur, starvi sum sjúkraavloysari verður sett skjótast gjørligt og kann verða sett leypandi sum umsóknir koma inn.

Skúlin á Skúlatrøð húsast í snotiligum hølum, og saman við teim ymsu starvsbólkunum og næmingunum, ið øll, á hvør sín hátt, seta dám á gerandisdagin í skúlanum, hevur reingerðartoymi fokus á reinføri og at fara væl um.

Líknandi størv

Lærarastarv í Stranda skúla   Faroe Islands nýtt
2. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið