Tórshavnar kommuna
Útgivið
29. februar 2024
Útgongur
10. marts 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin í Løkjatúni eftir trimum námsfrøðingum at byrja 15. mars 2024 ella skjótast til ber. Tímatal á 30 til 35 tímar um vikuna.

Størvini, talan er um, eru í vøggustovu og í nýggjum tilboði ella barnagarði. í Nýggja tilboðnum ganga átta børn sum fara í barnagarð í summar.

Ein námsfrøðingur til nýtt tilboð, sum húsast í egnum hølum á niðaru hæddini. Talan er um barnabólk, har átta børn ganga. hesi børn eru flest øll trý ár, ella gerast trý ár í vár. Á stovuni er stovuleiðari við hollum royndum í at arbeiða við júst hesum aldurbólki, samstarv er bæði við vøggustovu og barnagarð. Henda stova er ein serligur felagsskapur, har ein kemur serliga nær at børnunum, og har barnatalið loyvir serligum arbeiðslag og størri frælsi, samstundis sum tað eisini er róligari enn í vanligum barnagarði.

Ein námsfrøðingur til vøggustovu. Talan er um stovu har 10 børn ganga. Stovan hevur tvey hjálparfólk, onnur lesur meritútbúgving og hin arbeiðir 40 tímar um vikuna. Arbeiði á vøggustovu við 10 børnum er væl róligari, og hava vit framúr hølisumstøður, samstundis er samstarvi millum stovur og starvsólk sera fleksibult og livandi, sum lættir nógv um arbeiðsbyrðuna.

Á hæddini eru tvær vøggustovur og ein trýára stova, sum fyrireikar børn til barnagarð. Serliga millum vøggustovurnar er samstarv um upp og afturlating og dagliga námsfrøðiliga innihaldi. Brúgvin, 3 ára stovan er eisini lutvist við í hesum samstarvið.

Í barnagarðinum snýr tað seg um stovu, har 19 børn ganga. stovan hevur fimm starvsfólk, harav tvey eru námsfrøðingar. Arbeitt verður alla tíðina við at styrkja stovu og starvsfólk námsfrøðiliga, og her er áræði og ambitión sera týðilig, samstundis er fokus á barni, familju og felagsskap. Hevur tú hug at verða í einum fakliga sera sterkum toymi, og har gera mun, er henda stova eitt sera gott boð.

Hugsar tú sum vit, at børnini eru tað dýrabarasta vit eiga, og at tað er her vit mugu gera mun og ganga undan. Ja so er hetta møguliga rætta starvspláss til tín.

Møguleiki er fyri sparring, tí í húsinum eru sjey aðrir námsfrøðingar, tveir námsfrøðiligir atstøðingar, við hollum royndum, ein motorikkvegleiðari og tvey námsfrøði lesandi. Eisini arbeiðia her 10 fantastisk ung hjálparfólk, sum hava árræði og dirvið til at átaka sær stóra ábyrgd og hava hug til at læra um okkara fakøkið, børnunum at gagnið.

Stovnurin arbeiðir við Karlstad modellinum og hava flest øll starvsfólk fingið skeið í tekn til talu, hetta verður áhaldandi ment. Motorikkvegleiðari er knýttur at stovninum dagliga.

Námsfrøðiligur ráðgevi er á stovninum og vegleiðir okkum javnan.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

 

Líknandi størv

Barrleiðari til ’Tubbak’   Faroe Islands nýtt
6. februar 2026
Barrtænari til ’Tubbak’   Faroe Islands nýtt
6. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið