Lýsing
Sp/f Sjógæti
Sjógæti virkar og selur alskyns fiskavørur um alt landi.
Vit leita eftir tær!
Søkt verður eftir einum ágrýtnum skipara, ið skal hjálpa fyritøku okkara inn í framtíðina.
Skipið hevur manning, so klárt er at fara til arbeiðis og fiskurin einans skal blóðgast umborð.
Vit vænta at:
- Tú ert ábyrgdarfull/ur.
- Ert áhugað/ur í fiskivinnuni.
- Tú ert jalig/ur.
- Tú tekur ábyrgd.
- Tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni.
- Tú megnar at virka fyri góðum samstarvi við manning og starvsfelagar í fyritøkuni.
Vit bjóða tær:
- Góða løn.
- Eitt dynamiskt arbeiðspláss við høgari ferð.
- Eitt fjølbroytt arbeiðspláss við spennandi avbjóðingum í gerandisdegnum.
- Eitt samstarv við fólki úr øllum heiminum, ið starvast hjá okkum.
- Eitt spennandi starv á sjónum, har eingin dagur er líka.
Útbúgving og almenn krøv:
- Skiparaútbúgving við STWC-F góðkenning til fiskiskip.
- Galdandi Trygdarskeið
- Galdandi Heilsuváttan til Sjófólk
Samband:
Áhugaði kunnu seta seg í samband við Michael á tlf. 503236 ella á t-post ms@sjogati.fo
Um okkum:
Sjógæti hevur nógvar royndir innan fiskaarbeiði. Felagið bleiv stovna í 2007 og er vaksi støðugt við árinum. Tey seinastu árini hevur fyritøkan flutt seg frá at vera ein lítil familju fyritøka, til eitt framkomið virkið við nógvum starvsfólkum. Í dag kenna flestu føroyingar handilsvørurnar frá Sjógæti, og við skipum og virki á Norðskála, arbeiða vit miðvíst við víðari virkan av ymiskum føroyskum tilfeingið.