Nánd-Heimatænastan
Útgivið
5. marts 2024
Útgongur
19. marts 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit søkja eftir heilsustarvsfólki til Vesturstovu. Á Vesturstovu eru 17 pláss tilsamans, ávikavist bú- og stutttíðarpláss. Á sambýlinum starvast heilsurøktarar, heilsuhjálparar, sjúkrarøktarfrøðingur, hjálparfólk umframt køks-og reingerðarfólk.

Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólki og fyri at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag, so er tað møguliga tær vit leita eftir.

Talan er um starv á fulla tíð ella eftir avtalu at arbeiða í skiftandi vaktum at byrja 1. apríl 2024.

Vit vænta at tú:

  • hevur útbúgving sum heilsustarvsfólk
  • hevur góð samstarvsevni
  • hevur góð evni at samskifta í skrift og talu
  • hevur evni og áhuga at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurmenning
  • virkar fyri eini persónsrættaðari umsorgan
  • hevur evni og áhuga at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing
  • dugir at eygleiða og laga virksemið til tørvin hjá borgarum í samstarvi við hann/hana

Um eingin við útbúgving sum heilsustarvsfólk søkir, kann ófaklærdur umsøkjari við royndum innan eldraøkið verða settur í tíðaravmarkað starv á eitt ár.

Vit kunnu bjóða tær

  • góða innleiðslu
  • eitt spennandi arbeiðspláss
  • góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • gott samstarv við onnur fakfólk
  • regluliga undirvísing í Nánd
  • at venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík

Lønar- og setanartreytir:
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum FMR/KAF og avvarðandi yrkisfelag. Víst verður til deildarleiðaran á Vesturstovu.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Elsebeth V. Simonsen, deildarleiðara, á telefon 730232 ella elsebeth@eystur.fo

Umsóknarfreist
Umsóknir skulu verða okkum í hendi áðrenn týsdagin 19. mars 2024 kl. 12. Umsóknir við avriti av prógvi og viðmælum skulu sendast til elsebeth@eystur.fo ella:

Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta

Meira kann lesast um visjón, missión og virðir hjá Nánd her

Líknandi størv

7. november 2025
7. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið