SEV
Útgivið
6. marts 2024
Útgongur
20. marts 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast eftir eldhugaðum varaøkisleiðara til viðlíkahald og nýgerð av elnetinum í Suðuroy

Í løtuni starvast 3 fólk á deildini. Arbeiðsstaðurin er Suðuroyggin, og uppgávurnar eru í høvuðsheitum

  • eftirlit og viðlíkahald av lág-og háspenningsnetinum
  • nýgerð av lág- og háspenningsnetinum
  • montering av transformarastøðum og koblingarstøðum
  • uppmerking og skráseting av leiðingum

Uppgávur
Uppgávurnar hjá varaøkisleiðaranum eru sera fjølbroyttar. Sum arbeiðsleiðari verður tað tín uppgáva saman við deildarleiðaranum at fyrireika, samskipa og ganga á odda fyri verkætlanum, stórum sum smáum. At samskipa eftirlit av kaðalum, el-skápum og transformarastøðum verður eisini ein partur av starvsøkinum. Roknast kann við skeivum arbeiðstíðum av og á.

Neyðugt er, at tú ert fyrikomandi og dugir væl at samskifta við veitarar, kommunur og landsmyndugleikar.


Vit vænta, at tú hevur eltekniska útbúgving og góðan kunnleika til eløkið. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan háspenningsøkið.

Vit vænta eisini, at tú

  • dugir væl at samskifta og samstarva
  • ert fyrikomandi og nærløgd/lagdur
  • arbeiðir sjálvstøðugt.
  • hevur góðar telduførleikar og lætt við at seta teg inn í nýggj forrit
  • hevur koyrikort til persónbil.

Sev
Tú fært sjálvsagt neyðugu upplæringina í uppgávunum, sum tú fært um hendi. Harumframt bjóða vit tær

  • smidligar arbeiðsumstøður
  • fjøltáttaðan arbeiðsdag
  • ávirkan á egið arbeiði
  • fakliga menning
  • viðkomandi skeið

Løn
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og Starvsfelagið, lønarflokkur 8 serfrøðingur II.

Umsóknin
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Jákup Martin á Válinum, deildarleiðara á rakstrardeildini, á telefon 594795. Umsóknarfreistin er 20.03.2024. Send okkum umsókn við prógvum og viðkomandi skjølum í telduposti til: starv@sev.fo, viðm.: varaøkisleiðari í suðurøkinum.

 

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.

Líknandi størv

Barrleiðari til ’Tubbak’   Faroe Islands nýtt
6. februar 2026
Barrtænari til ’Tubbak’   Faroe Islands nýtt
6. februar 2026
6. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið