Landssjúkrahúsið
Útgivið
6. marts 2024
Útgongur
20. marts 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Starvsfólkadeildin á Landssjúkrahúsinum leitar eftir einum dugnaligum og ágrýtnum starvsfelaga í barnsburðarfarloyvisstarv. Talan er um eitt fulltíðarbarsilsstarv við starvsbyrjan 01.05.2024 og á leið eitt ár fram.

Starvsfólkadeildin hevur serliga ábyrgd av starvsfólkaviðurskiftum á Landssjúkrahúsinum, her undir starvsfólkapolitikkum, starvsfólkaumsiting og lønarflokkingum. Deildin varar somuleiðis av uppgávum so sum gransking, útbúgving, organisatiónsmenning, leiðslumenning, førleikamenning og trivnaði í breiðum høpi.

Høvðusuppgávur í starvinum

  • Trivnaðarkanningar
  • Førleikamenning
  • Strategi arbeiði
  • Ráðgeving til leiðarar og starvsfólk
  • Innleiðsla fyri nýggjum starvsfólkum
  • Mynstring og avmynstring
  • Samskipan av skeiðum
  • Samskipan av leiðslumenning
  • Umsiting av nýggjum og verandi skipanum

Vit sóknast eftir einum fulltrúa við viðkomandi útbúgving, og sum hevur royndir og áhuga í økinum. Landssjúkrahúsið er eitt stórt arbeiðspláss við nógvum ymiskum fakbólkum, og tí er av stórum týdningi, at tú dugir væl at samstarva og samskifta við ymisk fólk. Tú skalt duga at samskifta á føroyskum, donskum og enskum í skrift og talu. Eisini hevur tað stóran týdning, at tú megnar at rúma einum dagligdegi við nógvum skiftandi uppgávum og til tíðir høgari ferð.

Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv undir støðugari menning. Umframt eitt gott arbeiðsumhvørvi við vinarligum starvsfelagum. Eisini bjóða vit eina felags innleiðslu og upplæring á deildini.

Lønar- og setnarviðurskifti eru sambært sáttmála við Fíggjarmálaráðið og avvaðrandi sáttmála.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Selmu Herup, starvsfólkaleiðara, tlf. 286863 ella t-post selma@ls.fo

Umsóknarfreistin er tann 20.03.2024.

Vinarliga søk starvið her.

Á heimasíðuni www.ls.fo kann ein síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Um stovnin”.

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Dámar tær buldur og brak?   Faroe Islands nýtt
27. februar 2026
27. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið