Lýsing
Førari til pumpubil
Vit leita eftir førara til ein av okkara pumpubilum. Sum pumpuførari kemur tú at hava eina týðandi uppgávu í byggivinnuni. Tú kemur at luttaka í spennandi byggiuppgávum í øllum landinum.
Arbeiðsøki
Tú kemur at koyra pumpubil og veita betong til okkara egnu verkætlanir, aðrar byggifyritøkur og til privata marknaðin.
Vit vænta, at tú
- ert arbeiðssamur/-som
- ert røkin og nærlagdur/løgd
- ert álítandi
- ert fleksibul
- hevur góð samstarvsevnir
- Tað er ein fyrimunur at hava royndir sum pumpu- ella kranførari men ikki eitt krav. Tú hevur koyrikort (C).
Vit bjóða
- Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti
- Nútímans útgerð.
- Førleikamenning
Lønin og setanartreytir
Starvið verður sett, skjótast til ber. Lønin og setanartreytir verða samsvarandi royndum og førleikum.
Meira at vita
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Rúna Klementsen á telefon 216609.
Umsókn
Umsókn við prógvum og lívsrensli skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 19. apríl 2022. Tú søkir starvið her.
ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiðir, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast í løtuni umleið 230 fólk.