Hotel Hilton Garden Inn
Útgivið
2. maj 2024
Útgongur
15. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Kennir tú mun á tiramisu og tartar og brennir tú fyri matgerð?

Vit leita eftir kokkalærlingi til eina av fremstu matstovunum í Føroyum – Hallartún.

Vit hava ein nútímans køk, har starvsfólkini eru roynd, røsk og góð at læra frá sær.

Vit bjóða
Eitt spennandi arbeiðspláss í eini matstovu, sum altíð er í menning. Tú verður partur av einum góðum og konstruktivum kokkatoymi og einum framsøknum arbeiðsplássi.

Vit hava høgar altjóða standardir, har gestirnir vænta og skulu fáa uppliving og tænastu í heimsklassa.

Tú fært ein týðandi leiklut í køkinum, har tín gerandisdagur fyrst og fremst fer at snúgva seg um matgerð. Eisini fært tú góðar møguleikar at mennast og seta tín dám á okkara køk, samstundis sum tú verður kendur við títt nýggja yrki sum kokkur.

Vit vænta at tú

  • Ertálýtandi og dugir at taka ábyrgd
  • Ertágrýtin og hevur áhuga í kokkayrkinum og hvat rørir seg í gastronomiska heiminum
  • Hevurgóð samstarvsevni
  • Dámarat arbeiða við skiftandi uppgávum.
  • Dámarat arbeiða í einum skjóttgangandi, men stuttligum arbeiðsumhvørvi
  • Hevurlokið 1. skúlaskeið (grundforløb) í kokkaútbúgving frá tekniskum skúla. Tó ikki krav.

Setan
Starvið verður sett skjótast gjørligt. Starvsstaðurin verður á hotellinum við Staravegin í Havn. Løn og setanartreytir sambært sáttmála.

Umsókn
Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til starv@hiltongardeninn.fo skjótast gjørligt og í seinasta lagi 15. mai 2024.

Vit halda samrøður leypandi.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Vilt tú vita meira?
Set teg so í samband við Svein Patursson, høvuðskokk, á svein@hiltongardeninn.fo ella á tlf. 26 40 77

Líknandi størv

6. februar 2026
6. februar 2026
5. februar 2026
5. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið