Lýsing
Til komandi skúlaár verður søkt eftir tímalærarum til Gymnasialu Tøknibreytina á TSK. Um útbúgvingar og lærugreinasamanseting sampakka, kann talan gerast um fast starv.
Førleikar:
Umsøkjararnir skulu hava førleika eftir kunngerð nr. 23 frá 7. apríl 2014 um fakligan førleika hjá lærarum í gymnasialu miðnámsútbúgvingunum, sum broytt við kunngerð nr. 119 frá 19. juli 2019
Lærugreinirnar eru:
Støddfrøði B, 3 flokkar á 5 t/v
Føroysk A, 1 flokkur á 4 t/v
Lívfrøði C, 2 flokkar á 3 t/v
Biotøkni A, 1 flokkur á 5 t/v
Samfelagsfrøði C, 1 flokkur á 3 t/v
Samfelagsfrøði B, 1 flokkur á 5 t/v
Søga C, 1 flokkur á 3 t/v
Tøkni A - talgild sniðgeving og menning, 1 flokkur 6 t/v
Forritan B, 1 flokkur á 5 t/v
Av tær sum undirvísara vænta vit, at tú:
- kanst fyriskipa og avrika undirvísingina sjálvstøðugt,
- ert eldhugað/ur, opin og jalig/ur,
- hevur góð evni at samskifta munnliga og skrivliga,
- hevur góð evni til samstarv og trívist væl millum ung, næmingar og onnur starvsfólk og
- trívist í tvørfakligum samstarvi og luttøku í toymisarbeiði
Setanartreytir:
Setanartreytir eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Tekniska Lærarafelag. Námsfrøðilig útbúgving skal væntandi takast innan tvey ár.
Í lærugreinum við verkætlanaruppgávum skal undirvísarin eisini virka sum vegleiðari.
Umsóknir:
Umsóknir skulu sendast skúlastjóranum á teldupostadressuna runih@tsk.fo í seinasta lagi 17. mai 2024.
Lærarin tekur við starvinum 12. august 2024.
Eru spurningar um starvið, ber til at venda sær til Kjartan G. Sleire, økisleiðara á Tøknibreytini (kjartans@tsk.fo), ella Rúna Heinesen, skúlastjóra.