Lýsing
Á skúlatrøð eru tvey størv leys at søkja. Talan er um tímalønt størv á upp til 3 tímar hvønn skúladag, við møguleika fyri tillaging um ynski ella tørvur er á tí. Eisini søkja vit eftir sjúkraavloysara, ið kann trakka til eftir tørvi.
Arbeiðsuppgávur Daglig reingerð í hølum skúlans, har reingerðarætlan verður fylgd, umframt høvuðsreingerð. Ein samskipari er á skúlanum sum leiðir og deilir arbeiði ímillum starvsfólkini eftir tørvi.
- Sum persónur ert tú arbeiðsom/samur, røkin og samstarvssinnað/ur.
- Tú verður partur av størri toymi, har vit hjálpast at, men tú skalt duga at arbeiða sjálvstøðugt og lættliga kunna fara til verka um nýtsla skúlans broytist, hetta krevur fleksibilitet.
- Vaska verður í dagtímum ímeðan virksemi er høgt og næmingar hava sína dagligu gongd og undirvísing, hetta krevur at tú dugir væl at leggja arbeiði til rættis.
- Vasking av moppum, lappum og øðrum er eisini partur av arbeiðnum.
Dentur verður lagdur á gott samstarv ímillum øll starvsfólk á Skúlatrøð
Setanarviðurskifti
Talan er um tvey tímalønt størv á upp til 15 tímar um vikuna, møguleiki er at tillaga tímarnar til rætta starvsfólki. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya arbeiðsgevarafelag og Klaksvíkar arbeiðskvinnu /mannafelag.
Arbeiðsdagurin er millum klokkan 13.00 og 18.00, har arbeiðsskema verður fylgt.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Ingun G. Sørensen, samskipara, á tlf. 227168
Umsóknir
Umsókn við viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi seinast 22. mai 2024. Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Reingerðarfólk til Skúlatrøð
Gev gætur, størvini verða sett skjótast gjørligt og kunnu verða sett leypandi sum umsóknir koma inn.
Skúlin á Skúlatrøð húsast í nýggjum, snotiligum hølum. Saman við teimum ymsu starvsbólkunum og næmingunum, ið øll, á hvør sín hátt, seta sín dám á gerandisdagin í skúlanum, hevur reingerðartoymi fokus á reinføri og at farið verður væl um skúlan.