Lýsing
Psykiatriski depilin søkir eftir læknaskrivara til setan 1. juli 2024 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt fast starv í fullari tíð. Møguleiki er eisini at arbeiða lægri brøk.
Psykiatriski depilin stendur fyri allari psykiatriskari viðgerð til vaksin fólk í føroyska sjúkrahúsverkinum. Vit fevna um bæði ambulantar eindir og innleggingareind. Tú verður partur av einum depli, har siðvenjan er høg faklig dygd og stórt engagement í arbeiðsuppgávunum. Arbeitt verður eisini við eini samskapandi psykiatri, har hugtøkini “rehabilitering og recovery” eru týdningarmikil í tilgongdini. Til at menna okkara viðgerð arbeiða vit við betranarháttinum Quality Improvement (QI).
Sum læknaskrivari ert tú við til at samskipa sjúklingagongdirnar. Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna í høvuðsheitum um innkalling, planlegging, fyrisiting av kalendarum, skriva journal, luttaka á ráðleggingarfundum, avgreiða ávísingar, bíleggja blóðroyndir, samskifta við aðrar myndugleikar, innheinta upplýsingar, skráseting, senda umsóknir um heilivágstilskot, avgreiða kautiónir, telefonavgreiðsla og endurnýggjan av reseptum.
Vit leggja dent á at:
- Tú ert útbúgvin læknaskrivari.
- Tú hevur hug at arbeiða í toymi, har samstarv og samskifti eru lykilin til framgongd.
- Tú vísir opinleika fyri hugskotum frá leiðara og toymislimum og hevur eginleikar at tillaga teg broyttar arbeiðsumstøður.
- Tær dámar at arbeiða í tvørfakligum samstarvi.
- Tú hevur góðar samstarvs- og samskiftisførleikar, tænastusinni og tolir skiftandi arbeiðsuppgávur.
Vit kunnu bjóða:
- Góða innleiðslu og upplæring á deplinum.
- Tú verður partur av einum toymi við læknaskrivarum, skrivstovufólki og læknaskrivaranæmingum.
- Eitt tvørfakligt samstarv við serlæknar, læknar, sálarfrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, fysioterapeutar og ergoterapeutar.
- Eitt áhugavert arbeiðsøki undir støðugari menning.
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til depilsleiðara Eydnu Iversen Lindenskov á tlf. 304599 – lokal 4102 ella eydna.lindenskov@ls.fo ella til depilsleiðara Tormóður Stórá tormodur.stora@ls.fo.
Umsóknarfreistin er 27. mai 2024
Søk starvið við at trýsta á her
Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skulu havast við til møguliga samrøðu.
Á heimasíðuni www.ls.fo kasnt tú síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”um okkum”.