Lýsing
Á Bráðdeplinum á Landssjúkrahúsinum er eitt fast starv á brøk 1,0 sum inniportørur leyst at søkja frá 1. juli 2024 ella eftir avtalu. Inniportørurin er partur av starvsfólkahópinum í Sjúkraflutningstænastuni við staðseting á Landssjúkrahúsinum. Arbeiðstíðin er dagvaktir frá mánadag til fríggjadag.
Visjónin hjá Landssjúkrahúsinum er, at sjúklingurin skal vera í miðdeplinum, starvsfólkini skulu vera errin av at arbeiða her, og at samfelagið skal fáa ágóðan av okkara virksemi.
Tann, ið settur verður, kemur at vera ein partur av dagliga portørvirkseminum á Landssjúkrahúsinum, og fevnir starvið í høvuðsheitum um:
- at flyta sjúklingar millum deildir
- flyta reinar og skitnar sengur til og frá deildum og seingjarsentrali
- flyta reint og skitið toy til og frá deildum
- tøma út burturkast o.a. av deildunum
Vit vænta, at tú:
- ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni
- sært avbjóðingar fram um avmarkingar
- hevur evni til at orða teg bæði munnliga og skrivliga
- tekur ábyrgd og arbeiðir sjálvstøðugt
- ert fús/ur til at broyta teg við nútíðini
- virðir starvsfólkapolitikkin og virðisgrundarlagið hjá Sjúkraflutningstænastuni, og líkur tey krøv, ið stovnurin setur í mun til at skapa eitt umhvørvi við trivnaði og menning í hásæti
- Hevur góðar sosialar / menniskjaligar eginleikar
Dentur verður lagdur á:
- fyltur 18 ár
- reina revsiváttan
- hjálparprógv
- góða heilsu og í einum nøktandi fysikum formi
- telduførleika á brúkarastøði
Vit bjóða:
- felags innleiðslu og upplæring á deildini
- fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
- tvørfakligt samstarv
- ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
- eitt dynamiskt arbeiðspláss við fjølbroyttum avbjóðingum
Royndartíðin er 3 mðr.
Bert tey, ið verða innboðin til samrøðu, skulu hava læknaváttan og reina revsiváttan. Samrøður verða í viku 23 í 2024.
Løn- og setanartreytir eru smb. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Nærri fæst at vita við at venda sær til Bárður Bendix Mikkelsen, deildarleiðara, tlf. 234605, teldupost: barmi@ls.fo ella Gunnar Hjelm, varaleiðara tlf. 234602, teldupost: gunhj@ls.fo
Umsóknarfreistin er 31. mai 2024
Tú kann lesa meira um Sjúkrahúsverkið á www.sjukrahus.fo
Vinarliga søk starvið her.
Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar