Lýsing
Tekniska deild Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum arbeiðssomum og vælskipaðum maskinmeistara til Vaskaríið á Landssjúkrahúsinum. Talan er um eitt spennandi starv, har uppgávurnar krevja fakligan førleika og áhuga fyri økinum.
Um starvið
Vaskaríið er partur av Tænastudeplinum, og er seinastu árini høvuðsumvælt, so vit í dag hava nýggjastu tøknina á marknaðinum. Vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvi, har tú skalt trívast í einum gerandisdegi, har tú arbeiðir við nógvum ymiskum uppgávum. Tú fert av at hava ábyrgdina av tøkni og maskinunum á Vaskarínum, men fert eisini at arbeiða saman við øðrum dugnaligum starvsfeløgum um hesa uppgávuna. Syrgt verður fyri, at tú fært neyðuga frálæru.
Landsjúkrahúsið brúkar skipanirnar: CTS, Dalux og KNX.
Starvið er fulltíðarstarv, og er til setan 15. juni 2024 ella eftir avtalu.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum
- at røkja og viðlíkahalda allan tann tekniska útbúnaðin og innleggingar á Vaskarínum
- ábyrgd og viðlíkahald av dampskipanini, herundir dampgeneratorunum
- at verða við til at seta mál og eftirmeta tey
- at innføra viðlíkahaldsskipan av vaskaríútbúnaðinum
Førleikakrøv
- útbúgving sum maskinmeistari
- kunnleika innan fjøltáttaðar stýringar
- góðan telduførleika
Vit vænta at tú
- kanst arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd
- ert álítandi, fyrikomandi og røkin
- tolir broytingar í arbeiðinum og at tað til tíðir er nógv at gera
Vit bjóða
- neyðugar eftirútbúgvingar
- felags innleiðslu og upplæring
- ein fakligan mennandi gerandisdag, í einum eitt fjølbroyttum og vinarligum arbeiðsumhvørvi
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sæbjørn B. Nielsen, tekniskan leiðara, telefon 234539, teldupost saebni@ls.fo ella Terja Hammer, varaleiðara, telefon 234743, teldupost terha@ls.fo
Umsóknarfreistin er 3. juni 2024
Vinaliga søk starvið her
Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar