Havsbrún
Útgivið
24. maj 2024
Útgongur
9. juni 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Framleiðslufólk til mjøl- og lýsiframleiðsluna
Leitar tú eftir nýggjum avbjóðingum og einum góðum arbeiðsplássi? So er hetta kanska eitt starv fyri teg. Vegna økt virksemi søkja vit eftir framleiðslufólki til mjøl- og lýsiframleiðsluna á Havsbrún at byrja skjótast tilber.

Havsbrún er eitt altjóða viðurkent virkið við trimum framleiðsludeildum: Mjøldeildin, ið framleiðir fiskamjøl og lýsi, Fóðurdeildin, sum framleiðir fóður til laks, og Laksadeildin, sum framleiðir mjøl og lýsi burturúr laksainnvøli.

Arbeiðsøki
Á Havsbrún starvast umleið 100 starvsfólk, og av teimum starvast 40 á mjøldeildini. Sum framleiðslufólk ert tú partur av einum toymi, sum framleiðir fiskamjøl og lýsi. Arbeitt verður í 12 tíma vaktum, tá fiskur er, og tá eru 4-5 fólk á hvørjari vakt. Tá ongin fiskur er, verður arbeitt mánadag til fríggjadag frá kl. 8-16.

Arbeiðið á mjølvirkinum er fjølbroytt, og tínar arbeiðsuppgávur verða hesar:

  • Framleiðsla
  • Viðlíkahald og reinhald av útgerð og virki
  • Reinsa lýsi
  • Annað fyrifallandi arbeiði

Tín vangamynd
Vit søknast eftir einum ágrýtnum starvsfelaga, sum er røsk/raskur og positiv/ur, og sum dugir at arbeiða í samstarvi við onnur.

Vit bjóða
Vit bjóða eitt fjølbroytt og støðugt starv í eini dynamiskari fyritøku í menning. Tú verður partur av eini fyritøku, ið skapar virðir til føroyska samfelagið við at framleiða heimsins bestu matvøru úr lokalari rávøru. Vit gagnnýta allan fiskin og leggja stóran dent á burðardygd. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Frank Poulsen, framleiðsluleiðara, tlf. 74 47 70, fhp@havsbrun.fo.

Umsókn
Umsóknarfreistin er sunnukvøldið 9. juni 2024. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin "Søk starvið" niðanfyri.

SØK STARVI

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið