Landssjúkrahúsið
Útgivið
24. maj 2024
Útgongur
7. juni 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Landssjúkrahúsið søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi til Læknavaktina á Bráðdeplinum. Talan er um avloysarastarv í tíðarskeiðnum juni, juli, august og september. Arbeiðstíðin er kvøldvaktir gerandisdagar og dag- og kvøldvaktir í vikuskiftunum.

Læknavaktin ella 1870 er bráðtelefonin til borgaran, sum hevur tørv á læknahjálp uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Læknavaktin, ið er staðsett á Landssjúkrahúsinum, virkar í tíðarskeiðinum frá kl. 16.00-08.00 allar dagar, umframt dagtímarnar í vikuskiftum og halgidøgum. Eingin sjúkrarøktarfrøðingur er í náttarvaktini. Læknavaktin umfatar allar Føroyar.

Arbeiðsuppgávur:
Arbeiðið sum sjúkrarøktarfrøðingur í Læknavaktini snýr seg í høvuðsheitum um at samskipa virksemið í Læknavaktini, bæði lokalt og í samskifti við tey ymisku læknadømini í landinum. Sjúkrarøktarfrøðingurin tryggjar, at tíðin til hvønn einstakan borgara verður nýtt á skilabestan hátt, og virkar fyri, at allir borgarar, sum venda sær til læknavaktina, fáa neyðugu hjálpina í mun til sín tørv.
Sjúkrarøktarfrøðingurin arbeiðir í tøttum samstarvi við vaktlæknan, og er tilvitað um sítt sjúkrarøktarfakliga virkisøki í mun til førleikar og heimildir.

sí lýsing her

Líknandi størv

Dámar tær buldur og brak?   Faroe Islands nýtt
27. februar 2026
27. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið