Glasir
Útgivið
28. maj 2024
Útgongur
17. juni 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Bygningsumsitingin á Glasi søkir húsavørð til fulltíðarstarv at byrja 12 august. Vit leita eftir einum húsavørði, sum hevur royndir og útbúgving sum handverkari. Fyrimunur kann verða, um umsøkjarin er elektrikkari.

UPPGÁVUR
Uppgávurnar, sum húsavørðurin skal røkja, eru fjøltáttaðar. Viðkomandi skal m.a.:

  • hava umsjón við bygningunum
  • røkja bygningarnar og økini kring bygningarnar
  • hava eftirlit við hita- og vatnskipanum
  • hava dagliga ábyrgd av tekniskum innleggingum
  • gera hølir klár í sambandi við undirvísing, próvtøkur og tiltøk

FØRLEIKAR
Umframt at duga at arbeiða sjálvstøðugt og at samstarva við bæði starvsfólk og næmingar, skal tann, ið settur verður:

  • duga at loysa trupulleikar, tá ið á stendur
  • vera fyrikomandi og hava gott handalag
  • hava útbúgving sum handverkari ella samsvarandi útbúgving
  • hava KT-førleikar á brúkarastigi

LØN OG TREYTIR
Starvið er fulltíðarstarv at seta frá 12. august 2024 ella sambært avtalu.
Setanarstaður er Glasir. Lønar- og sáttmálaviðurskifti eru sambært sáttmálanum millum Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna og Fíggjarmálaráðið.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Álv Jøkladal, tekniskan leiðara, á tlf. 568001 ella við telduposti alj@glasir.fo.

UMSÓKN
Umsókn skal, saman við CV, avriti av prógvum, viðkomandi skjølum og møguligum viðmælum, sendast til starv@glasir.fo í seinasta lagi mikudagin 17. juni 2024.

Líknandi størv

Barrleiðari til ’Tubbak’   Faroe Islands nýtt
6. februar 2026
Barrtænari til ’Tubbak’   Faroe Islands nýtt
6. februar 2026
6. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið