Lýsing
Vit sóknast eftir undirvísara til kokka- og kost-/føðsluhjálparaútbúgvingarnar.
Starvið verður sett fyri komandi skúlaár, sum byrjar 12. august.
Høvuðsuppgávan er at undirvísa í ástøði- og verkligari frálæru innan yrkið.
Førleiki
Umsøkjarar skulu hava útbúgving sum kokkur, kost- og føðsluatstøðari ella við samsvarandi førleika, kenna til Microsoft-forrit og góð evni til samstarv og undirvísing. Undirvísingarførleikin er ásettur í kunngerð nr. 25 frá 6. mars 2001 um undirvísingarførleika á yrkisskúlum.
Av tær sum undirvísara vænta vit, at tú:
- kanst fyriskipa og avrika undirvísingina sjálvstøðugt,
- ert eldhugað/ur, opin og jalig/ur,
- hevur góð evni at samskifta munnliga og skrivliga,
- hevur góð evni til samstarv og trívist væl millum ung, næmingar og onnur starvsfólk og
- trívist í tvørfakligum samstarvi og luttøku í toymisarbeiði.
Setanartreytir
Setanarbrøkurin er 0,85, men kann økjast um umsøkjarin hevur góðar KT-førleikar. Setanartreytir eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Tekniska Lærarafelag. Námsfrøðilig útbúgving skal væntandi takast innan tvey ár.
Umsókn
Umsóknin skal sendast skúlastjóranum á teldupostadressuna runih@tsk.fo - í seinasta lagi 14. juni 2024, kl.18.00.
Lærarin tekur við starvinum 12. august 2024.
Eru spurningar um starvið, ber til at venda sær til Magnus Norðberg, deildarleiðara á Matvørudeildini (magnusn@tsk.fo) ella Rúna Heinesen, skúlastjóra.