Lýsing
Brennur tú fyri tænarayrkinum, og megnar tú at hava gestin í miðdeplinum, samstundis sum tú skalt varveita yvirlit? Sum Sales and service Supervisor verður tú ein av lyklapersónunum á deildini, og tú verður ein virkin partur av leiðslutoyminum á Matstovu- og barrdeildini umborð.
Smyril Line sóknast eftir einum tænastusinnaðum Sales and service Supervisor at byrja 01. august.
Vit bjóða eitt spennandi og avbjóðandi starv umborð á einum nýmótans ferðamannaskipi, har eingin dagur er eins. Talan er um fulltíðar starv, og tú siglur 1:1, ið merkir, at hevur tú verið 4 vikur umborð, so fært tú løn í 4 vikur heima.
Um starvið
Matstovu-og barrtoymið hevur ábyrgdina av matstovu- og barrvirkseminum umborð á Norrønu. Millum hesi teljast vælvitjaða sjálvtøkuborðið á Skansagarði, gourmet-matstovan Munkastova og Laterna Magica, har gestirnir kunnu njóta útsýnið afturvið løttum rættum og drekkivørum.
Tað verður tín ábyrgd at hava eftirlit við tænastuni, sum verður veitt gestunum umborð, og tryggja, at tænastan er á einum høgum støði.
Tú verður partur av dagligu leiðsluni og kemur at verða ein virkin partur í at leggja arbeiðið á deildini til rættis, av vaktaætlan, fíggjarætlan og mannagongdum. Tú verður við at menna tænastustøðið umborð og tryggja, at gestirnir fáa eina góða uppliving.
Tú
Vit sóknast eftir einum ábyrgdarfullum persóni við royndum innan tænarayrkið. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur viðkomandi útbúgving og leiðsluroyndir.
Tú hevur áræði, varðveitir yvirlit, hugsar í loysnum og setur góða tænastu í hásæti. Eisini er týdningarmikið, at tú dugir væl at samskifta á norðurlendskum og enskum máli.
Setanartreytir
Setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag & Reiðarafelagið fyri Handilsskip.
Freist at søkja
Umsóknarfreistin er 23. juni 2024. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.
Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðanfyri.
Dugnaligu sølu- og tænastuleiðararnir, Vincent Jensen og Lasse Nielsen, vita meira um størvini. Tú ert vælkomin at seta teg í samband við teir umvegis ssm@norrona.fo.
Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Mykines, Akranes og Glyvursnes. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.