MEST
Útgivið
7. juni 2024
Útgongur
21. juni 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Framleiðslutøkningur til MEST

Á skipasmiðjuni hjá MEST koyra vit á og hava nú brúk fyri einum framleiðslutøkningi, sum vil rokast saman við okkum.

Vit hava brúk fyri tær, sum kann:

  • tekna í 2D og 3D,
  • hava teknisk upplegg,
  • avgreiða ymsar uppmátingar,
  • gera skeri- og arbeiðstekningar.

Tað skalt eisini kunna standa fyri tilboðsgerð.

Um teg
Tú ert ein fínur problemloysari, dugir at optimera, sært dygdir í gomlum sum nýggjum og meistrar kunstin at velja ímillum. Tú ert fakliga væl fyri, og øll eru eisini samd um, at tú:

  • ert álítandi og fyrikomandi,
  • sært týdningin í góðsku og nærlagni,
  • kanst arbeiða undir trýsti og við fleiri tingum í senn.

Kunnleiki til skip, skipsbúnað og maskinur er ein fyrimunur, men ikki eitt krav.

Umsóknarfreistin er 21. juni 2024

Starvsstaðurin kann verða í Havn, á Skála ella í Runavík og verður starvið sett sum skjótast.

Gev gætur, at ein treyt við starvinum er, at tú kanst fara á arbeiðsrelaterað skeið uttanlands. Vilt tú vita meira um starvið, ring ella skriva til Sunvard á telefon 791230 ella á sj@mest.fo.

Vit eru MEST
Ein fyritøka á fimm hundrað hegnig fólk, sum hvønn morgun tørna til á føroyskum skipasmiðum og verkstøðum og í frálandavinnuni úti í heimi. Vit smíða og bøta um bátar og skip, tilevna tól úr klingandi stáli, skaffa nýtt fyri slitið og brotið og hiva og sleipa mangt less upp á pláss.

Vit eru í Havn, Runavík og á Skála, og hevur tú hug og hendur, kanst tú koma við.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið