Landssjúkrahúsið
Útgivið
12. juni 2024
Útgongur
25. juni 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Landssjúkrahúsið søkir eftir THS-ráðgevara til setan 01.09.2024 ella eftir avtalu. Talan er um fast fulltíðar starv.

Talgilda heilsuskipanin, THS, er ein felags journal- og samskiftisskipan í føroyska heilsuverkinum. Talgilda heilsuskipanin tryggjar eitt samantvinnað talgilt og dygdargott heilsuverk. Talgilda heilsuskipanin er við til at tryggja:

  • samanhangandi sjúklingagongd við atiliti til ásett trygdar- og dygdarkrøv
  • álítandi heilsuupplýsingar til borgara, klinikara, leiðslu, gransking og politisku skipanina.

Um tú hevur áhuga fyri ella royndir innan heilsuverkið, talgiltar loysnir e.l. og ynskir at arbeiða við talgilding í heilsuverkinum og í primæra økinum, so hevur tú nú møguleika fyri at søkja starv innan okkara THS-toymi. Ráðgevin er í løtuni staðsettur í Fyrisitingini á Landssjúkrahúsinum.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • dagføring uppseting, tillagingar og testir
  • implementering, verkseting og undirvísing
  • tætt samstarv við klinisku starvsfólkini viðv. THS
  • arbeiða við núverandi og komandi talgildu heilsuskipanini.

Dentur verður lagdur á: 

  • bachelor ella master innan heilsufakliga økið ella drúgvar royndir innan heilsufakliga økið
  • áhuga í ella kunnleika til leiðreglur, arbeiðsgongdir og fyriskipan í mun til THS
  • áhuga í ella kunnleika til at arbeiða við talgilding innan heilsuverkið
  • góðar KT-førleikar.

Persónligir eginleikar:

  • tú kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • tú hevur góð samskiftis- og samstarvsevni, og vil virka fyri góðum tvørfakligum samstarvi
  • tú tolir broytingar í starvsøki og arbeiðsuppgávum, og trívist við nógvum starvsfeløgum
  • tú hevur áhugað og hegni til at miðla vitan
  • tú er jalig/ur av lyndi.

Vit bjóða:

  • ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • upplæring og felags innleiðslu
  • eitt áhugavert og spennandi arbeiðsøki
  • eitt fjølbroytt og jaligt arbeiðsumhvørvi.

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Inga Mittún, fíggjar- og KT deildarstjóra, á t-post im@ls.fo og/ella á tlf. 211800.

Umsóknarfreistin er tann 25.06.2024.

Vinarliga søk starvið her.

Á heimasíðu okkara www.ls.fo kann ein lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leikjuni “Um okkum”.

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

7. november 2025
7. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið