Lýsing
PM Pluss sóknast eftir tænastuleiðarum, sum kunnu leiða og hava eftirlit við reingerðini í PM Pluss.
Uppgávan hjá tær er:
- At vera ein sjónligur og fyrikomandi leiðari hjá reingerðarfólkunum
- At hava eitt gott og regluligt samband við kundarnar
- At gera eftirlit av reingerðini og fylgja upp eftirfylgjandi
- At tryggja góðsku og lønsemi í reingerðini
- At manna arbeiðsuppgávur hjá tínum kundum, tá sjúka og feria eru
Vit vænta, at:
- Tú ert fyrikomandi og jalig/ur
- Tær dámar leiðslu og samskifti við bæði starvsfólk og kundar
- Tú motiverast av at veita eina góða tænastu
- Tú dugir at samskifta á føroyskum og enskum, tí nógv av okkara starvsfólkum samskifta á enskum
Vit bjóða eitt áhugavert starv í eini vaksandi reingerðarfyritøku við nútímans amboðum og tólum, har góðska og burðardygd eru í hásæti. Í PM Pluss starvast 110 fólk og vit veita reingerðartænastur til yvir 100 kundar.
Starvið er í Tórshavn, arbeiðstíðin full tíð, men møguleiki er fyri niðursettari tíð, um ynski er til tess. Ein partur av starvinum er um kvøldið, tí ein stórur partur av reingerðini fer fram eftir kl.16. Tú fært telefon og møguleiki er fyri arbeiðsbili og matarskipan. Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur royndir við reingerð ella líknandi tænastu, men tað er ikki ein treyt.
Løn er sambært avtalu. Um hetta hevur tín áhuga, kanst tú senda eina umsókn á info@pmpluss.fo og vilt tú hoyra nærri, kanst tú seta teg í samband við Súsonnu Rasmussen á susannar@pmpluss.fo ella á tel: 774626. Umsóknarfreistin er 14. juli og starvsbyrjan er 1. september (møguleiki er eisini at byrja áðrenn)