Landssjúkrahúsið
Útgivið
17. juni 2024
Útgongur
28. juni 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Frítíðaravloysari til Húsavarðatænastuna hjá Tænastudeildini.

Til Tænastudeildina søkja vit eftir jaligum, fúsum og ídnum frítíðaravloysara frá 01.07.2024 ella skjótast gjørligt, til hálvan september.

Talan er um tímalønt, ófaklært starv innan húsavarðatænastuna hjá Tænastudeildini á Landssjúkrahúsinum.

Arbeitt er í skiftisvaktum (dag-, kvøld- og ca. 4. hvørt vikuskifti).

Viðkomandi umsøkjari skal hava koyrikort til persónbil.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • inni- og útiarbeiði
  • innanhýsis flutningur av matvognum
  • annar flutningur sum t.d. vørukoyring fyri Felagsgoymsluna og ruskkoyring
  • annað fyrifallanda arbeiði, sum til tíðir kann vera tungt.

Persónligir eginleikar:

  • ábyrgdarkensla
  • fryntlig/ur og fyrikomandi
  • tolir trýst og kann arbeiða við høgari ferð
  • góð samstarvsevni
  • góðan røkjuskap
  • góða heilsu.

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan hjá Havnar Arbeiðarafelag.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Heimir Ottósson, deildarleiðara fyri Tænastudeildina á tlf. 304500, lokal 1270 ella á t-post heimir.ottosson@ls.fo

Umsóknarfreistin er tann 28.06.2024.

Vinarliga søk starvið her.

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Dámar tær buldur og brak?   Faroe Islands nýtt
27. februar 2026
27. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið