Lýsing
Er tú tann vit sóknast eftir?
Brennur tú fyri eldraøkinum, og hevur tú drívmegi og hegni til áhaldandi at menna tilboðið til eldri borgarar í egnum heimi, so er tað tær vit sóknast eftir.
Søkt verður eftir varadeildarleiðara til eitt farloyvisstarv í eitt ár. Setanarbrøkurin er 1,0 og starvið byrjar 1. august 2024 ella eftir avtalu.
Heimatænastan
í Heimatænastuni starvast heimasjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og heimahjálpir. Aftrat tí eru tveir bólkaleiðarar, sum skipa dagligu arbeiðsgongdina hjá heimrøktini. Heilsuhúsið er ein av trimum eindum í Heilsu – og umsorganartænastuni. Heilsuhúsið veitir tilboð og tænastur til heimabúgvandi borgarar umframt, at tvørgangandi, tvørfakligar tænastur inn á røktarheimini eru skipaðar í Heilsuhúsinum.
Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu