P/F ArtiCon
Lýsing
Av øktum virksemi, leita vit eftir royndum maskinførara til gravmaskinu at byrja skjótast til ber. Tú verður starvsfelagi saman við dugnaligum starvsfólki, har dygdin, trygdin og trivnaðurin hevur týdning fyri okkum. Tú verður partur av einum toymi, har vit stuðla hvør øðrum at røkka settum málum.
Arbeiðsøki
- Kemur at koyra gravmaskinur, har uppgávurnar eru fjølbroyttar. Møguleiki er eisini fyri øðrum verklagsuppgávum.
Vit vænta, at tú:
- er røkin og álítandi
- er arbeiðsom/-samur
- hevur góð samstarvsevnir
- Hevur royndir sum maskinførari.
Vit bjóða
- Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti.
- Nútímans útgerð.
- Tú hevur eisini møguleika at menna teg bæði fakliga og persónliga.
- Eitt arbeiðspláss, har tú upplivir dygd, trygd og trivnað.
- Eitt fjølbrott arbeiðspláss
Løn og setanartreytir
Starvið verður sett skjótast til ber. Lønin og setanartreytir verða samsvarandi royndum og førleikum.