Lýsing
Familjudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum eldhugaðum starvsfólki við heilsufakligari- ella námsfrøðiligari bakgrund til fast starv í Børn og Ung psykiatri til setan 15. august 2024 ella eftir nærri avtalu. Talan er um starv á 0.6 brøki í dageindini.
Um Børn og Ung psykiatri
Børn og Ung psykiatri arbeiðir við útgreining og viðgerð av børnum og ungum upp til 18 ár. Virksemið er skipað í fýra eindir – børn, ung, viðgerðareind og dageind. 25 starvsfólk við ymiskum fakligum bakgrundum eru knýtt at barna- og ungdómspsykiatriini. Vit leggja dent á at veita eina góða tænastu til tær familjur, sum vit hava samband við, og at gera útgreiningar og veita viðgerð við nærlagni og í tøttum samstarvi við familjurnar.
Starvið umfatar nógv samstarv við foreldur og onnur avvarðandi, umframt innanhýsis og uttanhýsis samstarv. Samskipan av hesum samstarvi er sostatt ein týdningarmikil partur av arbeiðnum. Harumframt er ein týdningamikil partur av arbeiðinum eisini at miðla vitan og ráðgeva einstøku familjunum. Virksemið fer fram í tøttum samstarvi við foreldur og onnur avvarðandi, ið eru ein aktivur partur av viðgerðini.
Arbeiðstíðin er í høvuðsheitum millum kl. 8-16, men tað kann í ávísum førum verða neyðugt at lata arbeiðstíðina eftir tørvinum hjá familjuni t.d. í mun til máltíðir.