Lýsing
Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin í Løkjatúni eftir trimum námsfrøðingum at byrja 12. august 2024, tímatal á 30 til 35 tímar um vikuna.
Starvið, talan er um, er í barnagarði. Á Kongstovu arbeiða frammanundan tveir námsfrøðingar og tvey hjálparfólk. Øll halda áfram eftir summarsteðgin uttan eina hjálparfólki, og tí hava vit tørv á tær. Hevur tú hug at verða í einum fakliga sera sterkum toymi, og har gera mun, er henda stova eitt sera gott boð.
Møguleiki er fyri sparring, tí í húsinum eru sjey aðrir námsfrøðingar, ein námsfrøðiligur atstøðingur, við hollum royndum, ein motorikkvegleiðari og tvey námsfrøði lesandi. Eisini arbeiðia her 8 fantastisk ung hjálparfólk, sum hava árræði og dirvið til at átaka sær stóra ábyrgd og hava hug til at læra um okkara fakøkið, børnunum at gagnið.
Stovnurin arbeiðir við Karlstad modellinum og hava flest øll starvsfólk fingið skeið í tekn til talu, hetta verður áhaldandi ment. Motorikkvegleiðari er knýttur at stovninum dagliga.
Námsfrøðiligur ráðgevi er á stovninum og vegleiðir okkum javnan.