Posta
Útgivið
4. juli 2024
Útgongur
24. juli 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Dámar tær væl at koyra bil? Og vilt tú gerast partur av einum góðum toymi á koyrideildini, sum hvønn dag arbeiðir fyri at fáa vøru, góðs og annan flutning trygt og skjótt fram til móttakaran? So hevur Posta kanska eitt starv til tín.

Vit hava nógv at gera, og vit leita tí eftir bilførara at arbeiða fulla tíð. Tú fært ein ferðmiklan og spennandi gerandisdag við skiftandi arbeiðstíðum. Á koyrideildini starvast 12 dugnalig fólk.

Um teg
Tú ert tænastusinnað/ur, og hevur eyga fyri góðari tænastu. Tú ert ágrýtin, jalig/ur og skipað/ur í tínum arbeiðslagi. Tú megnar at hava fleiri bóltar í luftini samstundis. Starvsroyndir sum bil- og/ella trukkførari eru ein fyrimunur. Tú vilt lyfta í felag, og eisini megnar tú at lyfta sjálvstøðugt.

  • Túhevur koyrikort till stóran  Hevur tú loyvisbræv til trukk, er tað ein fyrimunur.
  • Túhevur telduførleikar á brúkarastøði.
  • Starvsroyndirvið líknandi arbeiði eru ein

Umsókn
Freistin at søkja er 24. juli 2023. Talan er um fulltíðarstarv og arbeiðsstaðurin er í Havn. Løn sambært sáttmála við Starvsfelagið. Vit vilja helst, at tú byrjar skjótast gjørligt, men vit bíða tó fegin eftir rætta umsøkjaranum.

Meira kunning
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Eyðun Hansen, leiðara á koyrideildini, á tlf. 236090 ella við telduposti til eha@posta.fo.

Um Posta
Posta er ein týðandi partur av flutningskervinum í Føroyum, og allir føroyingar eru viðskiftafólk hjá Posta. Posta er ein logistikkfyritøka og hevur seinastu árini verið í einari stórari menning. Vit eru umleið 150 starvsfólk býtt um alt landið.

Vit bjóða tær eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum nútímans umhvørvi við væl skikkaðum og dugnaligum starvsfeløgum.

leinkja til lýsing

Líknandi størv

20. november 2025
Húsavørður til Eysturkommunu   Faroe Islands nýtt
20. november 2025
20. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið