Tórshavnar kommuna
Lýsing
NÁMSFRØÐINGUR TIL FRÍTÍÐARSKÚLAN Á TRØÐNI
Ynskir tú at arbeiða við børnum við serligum tørvi? So hevur tú møguleikan fyri at gerast partur av okkara dugnaliga toymi.
Søkt verður eftir námsfrøðingum, fakfólki við viðkomandi útbúgving ella námsfrøðilesandi, at arbeiða 30 og 40 tímar um vikuna. Um ynski er um færri tímar, halt teg ikki aftur, men skriva tað í umsókn tíni. Okkum tørvar 2 starvsfólk at byrja í august mánað ella skjótast gjørligt. Um fakfólk ikki søkir, kann hjálparfólk blíva sett ístaðin.
Starvsbyrjan er 12. august 2024 ella skjótast gjørligt.