Klaksvíkar Kommuna
Útgivið
15. juli 2024
Útgongur
24. juli 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Fakligur samskipari til Barnaverndartænastuna í Norðoyggjum
Eitt starv sum fakligur samskipari hjá Barnaverndartænastuni í Norðoyggjum frá 1. september 2024 er leyst at søkja. Arbeiðstíðin er 35 tímar um vikuna. Talan er um nýtt starv í sambandi við umskipan av umsitingini hjá Barnaverndartænastuni í Norðoyggjum.

Um Barnaverndartænastuna í Norðoyggjum:
Barnaverndartænastan í Norðoyggjum fevnir um: Viðareiði, Hvannasund, Norðdepil, Norðtoftir, Múla, Depil, Árnafjørð, Kirkju, Hattarvík, Svínoy, Kunoy, Haraldssund, Trøllanes, Mikladal, Húsar, Syðradal og Klaksvík.
Á Barnaverndartænastuni starvast, umframt leiðaran, fýra sosialráðgevar, ein sálarfrøðingur, eitt skrivstovufólk og ein komandi fakligur samskipari.
Uppgávan hjá Barnaverndartænastuni er at tryggja børnum, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, neyðuga hjálp og umsorgan.

Starvið:
Tú kemur, í tøttum samstarvi við leiðaran á Barnaverndartænastuni og starvsfólk á deildini, at taka tær av einum spennandi og fjøltáttaðum øki. Høvuðsuppgávurnar verða at stuðla, ráðgeva og á ymsan hátt hjálpa sosialráðgevunum við málsviðgerðini, at vera við til at einshátta málsviðgerðina og vera við til at framleiða tilfar og mannagongdir. Eisini fer fakligi samskiparin at hava ábyrgdina av ávísum økjum, so sum SSP og at tryggja, at neyðugar mannagongdir verða gjørdar og dagførdar, og at nýggj faklig vitan verður sett í verk

Arbeiðsuppgávan fevnir m.a. um:
• fakliga sparring
• at virka fyri dygd í fyriskipanum
• visitatión og SSP
• at tryggja einstáttaða málsviðgerð
• leggja dent á skynsama nýtslu av fíggjarliga tilfeinginum
• at luttaka á tvørfakligum fundum
• at vera partur av vakttelefonini
• at luttaka á ymiskum fundum saman við sosialráðgevunum

Vit leita eftir starvsfelaga, sum:
• er útbúgvin sosialráðgevi
• hevur drúgvar royndir sum sosialráðgevi innan barnavernd
• hevur góðan kunnleika til økið barnavernd
• hevur áhuga og evnir at arbeiða við barna- og ungdómsfamiljum
• megnar at vera nágreiniligur og samstundis hava nógvar bóltar í luftini
• megnar at seta seg inn í støður og hjálpa út frá hesum
• hevur gott yvirlit og dugir væl at orða seg
• er fleksibul

Vit bjóða tær:
• eitt gott arb eiðspláss og spennandi starv við nógvum avbjóðingum
• góðar starv felagar
• supervisió

Setanarvi urskifti:
Talan er  m starv á 35 tímar um vikuna. Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Starvsfeagið, lønarflokk 7/BA.
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Tonju Sonhardsdóttir, leiðara fyri barnaverndartænastuna á tel. 287621, ella teldupost tonja@klaksvik.fo.
Arbeiðsgearin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Umsókn, saman við avriti av prógvi, cv og møguligum starvsváttanum, skal vera okkum í hendi seinast mikudagin 24. juli 2024. Setanarsamrøður verða v æntandi í viku 30.

Tú søkir starvið við at trýsa á knøttin “Søk starvið her”, ið er niðast á síðuni.

søk starvið

 

Líknandi størv

20. november 2025
Húsavørður til Eysturkommunu   Faroe Islands nýtt
20. november 2025
20. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið