Lýsing
Lærupláss í ein av landsins størstu stovnskøkum

Køkurin á Landssjúkrahúsinum fer at flyta í nýggja H-bygningin, har vit fara at hava Føroya mest framkomna stovnskøk. Vit bjóða tí eitt lærupláss í einum góðum og fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi, og tú fært ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag, har tað eisini kann vera nógv at gera.
Hevur tú hug at læra at gera góðan og fjølbroyttan mat, og gerast partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi, so er hetta rætta læruplássið fyri teg.
Vit søkja eftir einum ídnum føðsluatstøðaralærlingi (ernæringsassistent) til setan 01.05.2022 ella eftir avtalu.
Køkurin á Landssjúkrahúsinum
Køkurin, ið eisini fevnir um kafeina, er deild undir Tænastudeplinum á Landssjúkrahúsinum. Tænastudepilin fevnir eisini um Teknisku deild, vaskarí, felagsgoymslu, medico teknisku deild og reingerðar- og húsavarðatænastu.
Um lærutíðina og útbúgvingina
Lærutíðin er 2 ár og 9 mðr. Av hesum ert tú í skúla í 50 vikur. Skúlagongdin er í á tekniskum skúla í Føroyum og í Danmark.
Um tú hevur grundskeið á 20 vikur innan matvøruútbúgving, verður lærutíðin stytt tilsvarandi.
Kunning um útbúgvingina sæst á heimasíðuni Føðsluatstøðingur (yrkisdepilin.fo)
Her sæst yvirlit yvir allar skúlar í Danmark, sum eru góðkendir til útbúgvingina http://www.ernaerings-assistent.dk/
Vit ynskja
- At tú ert ágrýtin og hevur hug at læra um og framleiða rættan kost til sjúklingar og onnur.
- At tú sum lærlingur ert álítandi, tekur ábyrgd og hevur lætt við at samstarva
- At tú dugir at nýta teldu á brúkarastøði.
Skúlakrøv
- Í minsta lagi 9. flokksprógv frá fólkaskúlanum
Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Kost- og føðslufelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.
Royndartíðin er 6 mánaðir.
Nærri fæst at vita við at venda sær til Gudnu á Rógvi Joensen, leiðara í høvuðskøkinum, telefon 234520 ella teldupost: gudna@ls.fo.
Umsóknarfreistin er tann 19.04.2022.
Vinarliga søk starvið her.
Á heimasíðuni www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Um okkum”.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.