Lýsing
Maskinfólk til smoltstøðina á Glyvradali
Vit gera stórar útbyggingar á smoltstøðini á Glyvradali, og tí søkja vit eftir maskinfólki til tað økta virksemið. Um tær dámar tekniskar avbjóðingar og at arbeiða við stýringum, tekniskum útbúnaði og vanligum maskinarbeiði, sum er við til at tryggja djóravælferðina hjá okkara fiski, so ert tú kanska tann, sum vit leita eftir.
Á smoltstøðini á Glyvradali starvast 9 starvsfólk. Í tekniska toyminum starvast í løtuni tvey maskinfólk. Maskinfólkið, sum vit søkja eftir, verður partur av tekniska toyminum.
Arbeiðsøki
Sum maskinfólk fert tú at starvast í einum toymi, sum virkar fyri at ala fyrsta floks laksasmolt, sum verður sett út í sjógvalingina hjá Bakkafrost. Tú fært góða upplæring í starvinum og fert at røkja fylgjandi uppgávur:
- Viðlíkahald av maskinum og tekniskum útbúnaði, herundir pumpur, motorar, o.a.
- Arbeiða við Luft, Oxygen og UV-skipan
- Skráseting og uppfylging í viðlíkahaldsskipan (OPUS)
- Ymiskt fyrifallandi handverkaraarbeiði
- Virka fyri fiskaheilsu og fiskavælferð
Tú fert at fáast við alt vanligt maskinarbeiði, sum m.a. fevnir um eftirlit, viðlíkahald, dagføring og umvæling.
Talan er um fulltíðar starv. Tú verður partur av vaktarskipan, sum inniber: tvær vikur har arbeitt verður frá kl. 8-16 gerandisdagar. Eina vaktarviku har arbeitt verður frá kl. 8-16 gerandisdagar við tilkalli eftir arbeiðstíð og í vikuskiftinum og eina fríviku
Tá tú hevur tilkallivakt, skalt tú kunna koma á støðina innanfyri 20 min.
Tín vangamynd
Fyri at trívast í starvinum mást tú hava áhuga fyri at skrúva og finna mekaniskar/tekniskar feilir og loysnir. Vit vænta, at tú ert útbúgvin maskinmeistari, elektrikari, smiðjur, maskinistur ella líknandi og hevur áhuga fyri at tryggja bestu umstøður til livandi fisk. Tað er somleiðis týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull/ur, vísa virðing og vera íðin, effektiv/ur og framsøkin.
Vit bjóða
Starvið sum maskinfólk er eitt avbjóðandi og mennandi starv í einum dynamiskum umhvørvi. Vit leggja stóran dent á at hava eitt trygt og gott arbeiðsumhvørvi og bjóða góðar starvsfólkatryggingar. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Maskinmeistarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Meira at vita?
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Helen Weihe, forkvinnu, á tel. 23 50 74, t-post hewe@bakkafrost.com ella Jóhan Ásmund Olsen, leiðandi maskinmeistara, á tel. 23 50 71, t-post jool@bakkafrost.com
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Starvið verður sett sum skjótast. Umsóknarfreistin er mánakvøldið 11. apríl 2022.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Um Bakkafrost
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Harumframt hevur Bakkafrost biogassverkið FÖRKA. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.