SP/F Sport 24 Føroyar
Útgivið
2. august 2024
Útgongur
16. august 2024
Staður
Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður

Lýsing

Eitt sterkt toymi skal uppbyggjast til SPORT 24 Outlet í Hoyvík. Ein leiðari, ein lærlingur og trý hjálparfólk eru á toyminum, men okkum tørvar ein afturat. Tú ert ein, ið kann arbeiða uml. 30 tímar um vikuna, og ert ein sum er lagaligur viðvíkjandi arbeiðstíðum.

Handilin er opin gerandisdagar frá 10 – 18 og leygardagar frá 10 – 16. Tú kemur at arbeiða skiftandi tíðir gerandisdagar og onkran leygardag. Tað kann væntast við fleiri tímum í samband við feriu, jólasølu og líknandi.

Starvsbyrjanin skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.

Tað er sera týdningarmikið at umsøkjarin dugur at samskifta við kundarnir á Føroyskum (It is impotant, that you can speak faroese).

Sum starvsfólk vænta vit annars, at tú dugur, at:

  • Veita kundatænastu og ert fyrikomandi
  • Samskifta við kundarnir við einum vegleiðandi og vinarligum hugburði
  • Tekur ábygd og ert skipað/ur
  • Síggja, nær handilin hevur tørv á eini uppfrískan

Umsókn
Í umsóknini ynskja vit, at tú greiðir frá, hvat tú gert til dagligt, og hvørjar væntanir tú hevur av einum starvið í SPORT 24 Outlet

Vit gleða okkum at hoyra frá tær áðrenn 16. august kl. 12

Umsóknin skal sendast til asa@sport24.fo

Um tú hevur spurningar, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ásu Pólsdóttir, starvsfólkaleiðara, gerandisdagar millum kl. 10:00 – 15:00, á tlf. 257786.

_______________________________________________________________________

SPORT 24 Føroyar umfatar tríggjar handlar, sum eru: SPORT 24 Klaksvík, SPORT 24 Tvøroyri og SPORT 24 Outlet í Hoyvík. Umframt hesar eindir, so eru starvsfólk eisini tilknýtt goymsluni, kontórinum - og TEAM SPORT, sum er søla til ítróttarfeløg og líknandi.

 

Líknandi størv

18. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið